Tað var væntað, at H71 fór at vinna dystin móti Tjaldrinum í Runavík, men at sigurin skuldi gerast so stórur, sum hann gjørdist, var helst ikki so væntað.
Hoyvíkingar vunnu ikki minni enn 38-17, og við stóra sigrinum yvirhálaðu teir Kyndil á stigatalvuni, har H71 nú er ovast.
Tað er ikki so nógv at skriva um ein dyst, har munurin er so stórur. Tjaldrið, sum spældi uttan venjaran Pola Hansen, fylgdi við fyrstu tjúgu minuttirnar, tá støðan var 9-7 til H71, men tá munurin næstu fýra minuttirnar øktist til 14-7, var alt longu avgjørt.
Hans Guðmundsson skeyt 11 mál fyri H71, og Finnur Hansson var næstur við 9 málum. Hjá Tjaldrinum kom Jens Martin Knudsen upp á 7 mál.
Fyrri hálvleikur endaði 19-10 til H71, og í seinna hálvleiki skolaðu málini inn. H71 var á odda 22-13, 27-13 og 36-14, og eftirsum málmunurin kann fáa avgerandi týdning, tá talt verður saman, má sigast, at hoyvíkingar gjørdu eitt rættiliga gott hál leygardagin.
Teir eru nú frammanfyri Kyndil og hava eisini moralin í topp áðrenn týdningarmikla dystin móti júst Kyndli í annaðkvøld. Men at mótstøðan tá verður ein heilt onnur, skuldi verið heilt vist.