Tað gekk, sum tað plagar at gera, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust á Varmakeldu. Í undanfarnu kappingunum hevur Tjaldrið vunnið. Á Jóansøku var sigurin teprari, enn hann hevði verið undanfarnu ferðirnar, og tí kendist tað ivaleyst serliga spennandi undan kappróðrinum í Fuglafirði.
Báðir bátarnir hjá Argja Róðrarfelag ? Blikur og Teistin ? royndu at bjóða av, og tað var leingi heilt tætt. Allir hinir duttu afturav, og í endaspurtinum vóru tað Tjaldrið og Blikur, sum kappaðust um fremsta plássið.
Teir á Tjaldrinum vóru teir drúgvaru. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Tjaldrið eina hálva bátslongd frammanfyri Blik. Teistin var leingi væl við, men í endaspurtinum eydnaðist tað Royndini Fríðu at taka Teistan.
Nú skal tað vilja meiri enn illa til hjá dreingjunum í Kappróðrarfelagnum NSÍ, um tað ikki skal eydnast teimum at vinna FM heitið. Undan Vestanstevnu og Ólavsøku hevur Tjaldrið níggju stig at geva av.
Úrslit
1 Tjaldrið 04:58.16
2 Blikur 04:59.22
3 Royndin Fríða 05:03.05
4 Teistin 05:03.08
5 Báran 05:04.11
6 Kollur 05:08.18
7 Sílið 05:10.07
8 Ritan 05:15.07
9 Junkarin 05:20.02
10 Firvaldur 05:26.07
Støðan
1 Tjaldrið 35
2 Blikur 26
3 Junkarin 18
4 Teistin 18
5 Royndin Fríða 16
6 Báran 14
7 Kollur 8
8 Havfrúgvin 3
9 Sílið 1
10 Jallurin 1
11 Ritan 0
12 Firvaldur 0