Fyrsti FM vinnarin í kapprórði 2009 er funnin. Tað var Tjaldrið við dreingjamanning, sum vann á Vestanstevnu. Hetta var sætti sigurin av seks møguligum, og tað ber við sær, at Tjaldrið hevur vunnið seg so nógv stig framum teir næstu, at eingin hevur møguleika at taka fremsta plássið frá Tjaldrinum ólavsøkuaftan.
Tjaldrið legði seg beinanvegin framum hinar, og eina løtu var fjarstøðan aftur til teir næstu ein bátslongd ella meiri enn so. Í endaspurtinum royndi Blikur av Argjum at bjóða av. Munurin minkaði, men tað var ongantíð ivi um, at Tjaldrið kom fyrst á mál.
Úrslit
1 Tjaldrið 05:08.13
2 Blikur 05:09.10
3 Teistin 05:11.15
4 Royndin Fríða 05:14.09
5 Báran 05:15.00
6 Junkarin 05:18.09
7 Kollur 05:21.21
8 Sílið 05:22.16
9 Ritan 05:30.13
10 Firvaldur 05:40.19
Støðan
1 Tjaldrið 05:08.13
2 Blikur 05:09.10
3 Teistin 05:11.15
4 Royndin Fríða 05:14.09
5 Báran 05:15.00
6 Junkarin 05:18.09
7 Kollur 05:21.21
8 Sílið 05:22.16
9 Ritan 05:30.13
10 Firvaldur 05:40.19