Tjaldingarøkið á G! er helst tað størsta í Føroyum dagarnar festivalurin varar.
Fyri at fáa atgongd til tjaldingarøkið er neyðugt við bæði tjaldingarpassi og festivalpassi. Tjaldingarpassini, sum eru galdandi fyri allar dagarnar festivalurin varar, kosta 150,- kr stykkið.
Seinasta ár vóru onkrir trupulleikar at veita ávísar tænastur í samband við tjaldingina, stutt sagt vegna ovurstóra eftirspurningin, men hetta verður strammað munandi upp í ár til tess at veita best møguligu tænastuna til tjaldararnar.