Útjaðarin størri stuðul

Ein nevnd mælir nú teimum norsku politikarunum til at økja stuðulin til at menna vinnulívið í útjaðaranum.

Nevndin sigur í sínum tilmæli, at síðani tíðliga í nítiárunum er norski útjaðarastuðulin minkaður eina helvt. Fyri at bøta um hetta mælir nevndin stjórnini til at geva útjaðarakommununum størri stuðul, sum tær kunnu medvirka til fleiri arbeiðspláss. Royndirnar hava víst, at tess meiri pengar, kommunurnar fáa frá tí almenna, tess fleiri arbeiðspláss verða skapt innan tænastuvinnuna, og at tað eru serliga kvinnurnar, sum fá agagn av hesum.

Erna Solberg, kommunumálaráðharri, er ikki heilt samd við nevndina. Hon sigur við norska útvarpið, at almennir pengar hava sjálvandi sína ávirkan, men at rentustøðið, stattatrýstið og gjaldoyraviðurskiftini hava nógv størri týdning fyri vinnufyritøkurnar í útjaðaraøkjunum, serliga fiskavirkini.