Útjaðari atgongd til ”hugskots-katalog”

Útjaðarin í Norðurlodum hevur nú atgongd til eitt ”hugskots-katalog”, har kommunustýrislimir og eldsálir kunnu finna íblástur til at betra um býarumhvørvið og liviumstøðurnar í lokalsamfelagnum. Ikki færri enn 95 tilmæli og 47 ítøkilig uppskot eru í hugskots-kataloginum.

- Um lokalsamfelagið er í einari skeivari gongd við fráflyting, tómum og óhildnum bygningum og bústøðum, krevur hetta nógv av kommununi, lokalu eldsálunum, sjálvbodnum og feløgum fyri at venda gongdini.

Tað sigur Dennis Holm, leiðari fyri Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.

Hann leggur aftrat, at hugskots-katalogið kann lesast í frágreiðingini ”Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ’ildsjæle’ i 4 nordiske lokalsamfund i udkantsområder”. Frágreiðingin er eitt úrslit av verkætlan, sum er fíggjað av Nordisk Ministerråd, NORDPLUS - Nordplus Voksen.

- Endamálið við verkætlanin er, at lærings- og íblástrarnetverk kunnu geva íblástur og kunna um munagóð læringsamboð til eldsálir, sjálvboðin og politikarar, soleiðis at vøkstur og optimisma kann skapast í lokalsamfeløgum í útjaðaranum í Norðurlondum, sigur Dennis Holm.

Verkætlanin er gjøgnumførd í tíðarskeiðnum 2010-2012 og hevur fevnt um fýra verkstovur, sum hava verið í fýra ymiskum býarsamfeløgum: Janderup í Varde kommune, Ísafirði í Íslandi, Sandane í Noregi og Vági í Føroyum.

Føroysku umboðini í verkætlanini eru Dennis Holm (Granskingardepilin fyri Samfelagmenning), Sirið Stenberg (kommunustýrislimur í Vágs kommunu) og Bogi Mortensen (stjóri í Strandfaraskipum Landsins). Verkætlanin endaði á verkstovu í Janderup í juni 2012.

- Frágreiðingin kann takast niður á www.setur.fo, sigur Dennis Holm.