Jan Müller
Er tað upp til javnaðartingmannin í Suðuroynni, Henrik Old, so verður tingfundurin seinnapartin mikudagin at taka drúgva tíð. Málið um 1. útbjóðing til oljuleiting kemur til 2. viðgerð, og ein orsøk til at javnaðartingmaðurin metir hesa viðgerðina at taka nógva tíð er tann, at málið snýr seg í veruleikanum eisini um støðuna hjá útjaðararanum í framtíðini.
Henrik Old sigur, at her sleppa nógvir at standa sína roynd, ikki minst teir, ið vanliga tosa um útjaðaran. Eitt nú Tjóðveldisflokkurin. -Eg síggi, at býráðsformaðurin á Tvøroyri heldur tað vera náttúrligt, at Hergeir Nielsen atkvøður fyri uppskoti Javnaðarfloksins, men tað er ikki nokk bara við honum. Um Tjóðveldisflokkurin meinar nakað við sínum útjaðarapolitikki, so eiga fleiri enn Hergeir Nielsen at atkvøða fyri uppskotinum.
Henrik Old heldur eisini, at útjaðarabólkurin sleppur at standa sína roynd. -Hetta er í veruleikanum fyrsta málið, har útjaðarabólkurin sleppur at vísa, hvat dugur er í honum. Sjálvandi rokni eg við, at hann allur atkvøður fyri okkara uppskoti, men ger hann ikki tað, so eri eg ivasamur um lagnu hansara. Í hvussu er er grundarlagið tá tunt undir honum. Henrik Old sigur, at aftanfyri útjaðaran standa bara 12 atkvøður, so tað er ikki nóg mikið til at fáa málið ígjøgnum. Sjálvur vísir hann aftur einum uppskoti, sum verður broytt til útjaðaran ístaðin fyri at oyramerkja hetta til Suðuroynna. Tá hevur tú tikið argumentið burt fyri at leggja hetta virksemi í einum ávísum stað.
Henrik Old heldur eisini, at nettup hetta málið er eitt gott høvi at vísa á nýggjar leiðir í føroyskum politikki, har landsplanlegging verður brúkt í praksis. -At fara inn í eina nýggja øld og kunna siga, at vit løgdu fyri við at reka skilagóðan vinnu- og útjaðarapolitikk vildi verið eitt stórt pluss fyri okkum øll, sum liva í hesum landi.
-Hetta verður eitt stórt orðaskifti. Um nakar meinar nakað við tað hann sigur, at man skal stuðla uppundir útjaðaran, so er hetta tann givni møguleikin, tí hetta er nakað, sum ikki er farið í gongd sigur tingmaðurin.
Henrik Old vísir eisini til, hvat ein støða, har einki verður avgjørt frá byrjan kann føra til og sipar her til, at Runavíkar kommuna er farin í gongd við at byggja út til oljuhavn fyri 15 mill. kr. Og verður tað givið upp til skutil nú, so verða tað fleiri av slíkum slag.
Vit hava roytn at fáa eina viðmerking frá Tjóðveldisflokkinum. Tað eynaðist ikki, áðrenn deadline.