Tjóvur koyrdi til Miðvágs

Tað loysti seg hjá løgregluni og LM Electric at eftirlýsa ein av hvítu bilinum hjá fyritøkuni, ið varð stolin um vikuskiftið á Argjum.


Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at bilurin varð funnin aftur í gjár. Tað var ikki smávegis ferð, ið tjóvurin hevði koyrt í bilinum, tí bilurin varð nevniliga funnin aftur í Miðvági.


Enn hevur tað ikki eydnast løgregluni at funnið tjóvin, men sum vant, so fær eigarin av bilinum eina bót fyri at lata lykilin standa í bilinum.