Nú vit eru farin um ársskiftið, munnu flestu hondbóltsáskoðararnir vera farnir at hugsa um, hvussu leikur fer at fara í avgerandi dystunum í endaspælinum.
Flestu liðini leggja ikki til brots fyrr enn í vikuskiftinum, men longu í kvøld verður eitt slag av premieru, tá vestmenningar skulu hýsa uppgerðini móti hoyvíkingum.
Verður hugt at avrikunum hjá liðunum báðum í grundspælinum, er ikki nógv at ivast í, at VÍF er greiður favorittur at vinna dystin.
Hoyvíkingarnir munnu heldur ikki hava tær heilt stóru vónirnar undan dystinum, men hóast tað, so kann talan sjálvsagt gerast um eitt óvæntað úrslit, og tá liðini bæði møttust í grundspælinum, vóru hoyvíkingar bert 3 sekund frá at fáa annað stigið suður aftur við sær.