Málið snýr seg um ósemjuna í stjórnarskipanarnevndini – men tað sum eyðkennir stríðið er, at tosað verður um »hálvar lygnir og hálva sannleikar«. Sjúrður Skaale skrivaði herfyri á Facebook, at Høgni Hoydal leyg, men í Dimmalætting í síðstu viku bað hann um umbering fyri at brúka vendingina »óluksáliga frekt« – nú tosar hann um »hálvar lygnir«·
Eyðsæð er í øllum førum, at opið stríð er innanveggja í Tjóðveldinum, tá báðir partar velja at fara í bløðini við ósemjuni.
Greinarnar hjá Høgna Hoydal og Sjúrði Skaal kunnu lesast á síðu 11 og 13.