Tjóðveldi stillar 17 valevni upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Kvinnurnar eru fleiri í tali, enn tær hava verið áður. Tær eru nú sjey og menninir 10 á listanum
11 av valevnunum eru nýggj á listanum, og seks hava stillað upp til býráðið fyrr, teirra millum teir fýra býráðslimirnir hjá flokkinum.
Flokkurin hevur sitið í meiriluta hetta seinasta skeiðið, og fegnast um at nógv stórmál eru loyst heilt og ávegis. Tjóðveldi ásannar samstundis, at onnur stórmál standa fyri tørni at verða raðfest í politiska arbeiðnum til gagns fyri borgarnar og kommununa.
Tjóðveldi setir trivnaðin hjá tí einstaka í hásætið. Flokkurin leggur dent á áhugamálini hjá heildini og ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Umráðandi er at høvuðsstaðurin gongur undan í allari menning, og flokkurin bjóðar seg fram at taka við leiðsluni í Tórshavnar kommunu.
Navn Starv
Bogi Andreassen Leiðari
Jógvan Arge Varaborgarstjóri
Niels Uni Dam Internetráðgevi
Hildur Eyðunsdóttir Býráðslimur
Marin Katrina Frýdal Býráðslimur
Ingeborg Godtfred Stjórnarskrivari
Petur í Gong Vinnurekandi
Leivur Hansen Býráðslimur
Maud Wang Hansen Leiðari
Albert Isfeld Arkitektur
Ísak N. Jacobsen Kt-serfrøðingur
Katrin Joensen Landm. teknikari
Tórur av Kák Olsen Skrivstovumaður
Rannvá Ragnarsdóttir Advokatur
Jákup Símun Simonsen Bankamaður
Edith Vang Sjúkrarøktarf.
Mads Andrias Winther Fyrrv. rektari