Tjóðveldislýsing uttan avsendara

Nógv orrusta hevur verið um lýsing frá Tjóðveldisflokkinum, sum stendur í Sosialinum í dag. Team 85 hevur gjørt lýsingina og sent Sosialinum hana ? men Tjóðveldisflokkurin hevur ikki góðkent hana frammanundan

? Tjóðveldisflokkurin hevur hvørki gjørt ella góðkent hesa lýsing, sigur Høgni Hoydal, formðaur Tjóðveldisfloksins um lýsingina, sum stóð á síðu 3 í Sosialinum í gjár.

Lýsingin er frá Tjóðveldisflokkinum, og boðskapurin í henni er, at Lisbeth L. Petersen og Jóannes Eidesgaard ikki eru rættir føroyingar.
Lisbeth er »hálv donsk« og Jóannes er »hálvur føroyskur«, meðan Høgni Hoydal er »rættur føroyingur« ? og so hevur hann eisini ein »frælsan fugl« flúgvandi uppi yvir sær, meðan myndirnar av Lisbeth og Jóannesi ávikavist eru settar saman við Anders Fogh Rasmussen og Poul Nyrup Rasmussen.

Tað er lýsingafyritøkan, Team 85, sum hevur gjørt lýsingina og sent Sosialinum hana. Hendan lýsingafyritøkan hevur gjørt allar vallýsingarnar hjá Tjóðveldisflokkinum ? og staðið fyri allari valherferðini hjá flokkinum. Vit hava spurt stjóran á Team 85, Johnny Gaard, hvussu tað ber til, at tey lata frá sær eina slíka lýsing.

? Talan er um eitt mistak, sum vit eru ómetaliga kedd av. Nú gera vit fleiri túsund lýsingar um árið, og tær verða ongantíð latnar, fyrr enn kundin hevur góðkent lýsingina frammanundan. Hesaferð er tíverri tað mistak hent, at kundin ikki hevur góðkent lýsingina, sigur Johnny Gaard.

Johnny Gaard veit ikki, hvussu mannagongdin hevur verið millum Team 85 og Tjóðveldisflokkin, ella um Tjóðveldisflokkurin hevur góðkent allar hinar lýsingar, sum Team 85 hevur gjørt. Men tað er sama starvsfólk, sum hevur staðið fyri allar valherferðini hjá Tjóðveldisflokkinum.

Johnny Gaard sigur, at hann nú fer at kanna, hvussu hendan lýsingin er vorðin til, og hví hon er send Sosialinum, uttan at kundin hevur góðkent hana frammanundan.

? Út frá teirri staðfesting, at kundin ikki hevur góðkent lýsingina, so taka vit okkum fulla ábyrgd av mistakinum. Men hví tað er hent, veit eg ikki, og tað skal eg hava greiðu á, sigur Johnny Gaard.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins sigur í viðmerking, at flokkurin vendir sær harðliga ímóti innihaldinum í hesi lýsingini.