Tjóðveldiskafé í Klaksvík

Fríggjakvøldið skipar unga Tjóðveldi í Norðoyggjum fyri einum kafé-kvøldi í Klaksvík. Formaðurin í felagnum Gunhild Dahl Niclasen sigur, at felagið bleiv stovnað fyri stuttum og nú fara tey at royna at fáa limir og vekja áhuga millum ung

Klaksvík:
Felagið unga Tjóðveldið í Norðoyggjum bleiv sett á stovn fyrr í ár, men ikki hevur verið nógv at hoyrt til tey. Men nú hava tey ætlanir um at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum skulu verða við til at gera felagið sjónligari. Og tey byrja við at skipa fyri einum kafé kvøldi fríggjakvøldið. Kafé kvøldið verður í hølunum hjá Klaksvíkar Bridgefelag á Biskopstø.
Gunhild sigur, at tá ber eisini til at tekna seg sum lim, men hon leggur eina við, at øll eru hjartaliga vælkomin á gátt. Hon heldur, at fríggjakvøldið er eitt gott høvi til at leggja út við eini kafé, tí tá er Open by Night í Klaksvík, og tað merkir, at handlarnir hava opið til klokkan 23. Og verður veðrið gott, so kann tað væntast, at mong fara at nýta høvi til at keypa jólagávur. Og tá kann tað verða gott at kunna fara inn og fáa ein heitan kaffimunn.
- Endamálið við hesum er fyrst og fremst at hava eitt hugnaligt kvøld saman, sigur hon og leggur aftur at, at tað ikki bara skal snúgva seg um politikk og fullveldi.
- Vit ætla okkum eisini at hava tað hugnaligt og stuttligt á fullveldisleiðini, og tað kann gerast við millum annað at skipa fyri ymiskum tiltøkum, heldur Gunhild.
Hon heldur eisini, at tað kundi verið ein góður møguleiki fyri at skipa fyri onkrum størri tiltaki, um felagið í Norðoyggjum samstarvaði við felagið í Suðurstreymoy.
Gunhild tók sjálv fyrsta stigið til at seta eitt tílíkt felag á stovn, tí hon helt, at tað var tørvur á tí.
- Tað er onki tílíkt felag í Klaksvík, og so vóru vit fýra, sum settu okkum niður og stovnaðu unga Tjóðveldi við tí fyri eyga at menna tjóðveldisáhugan millum ung í Norðoyggjum, sigur hon og leggur skemtandi afturat, at tað ikki bara eru tey gomlu, sum hava áhuga fyri politikki.
Gunhild Dahl Niclasen sigur, at tey hava gjørt nógv við fyrireikingararbeiðið, og nú meta tey so, at tey eru til reiðar at traðka fram og gera vart við, at tey eru til. Hon greiðir frá, at tey millum annað hava arbeitt við at fáa eina heimasíðu upp á beinini. Eisini hava tey gjørt visitkort og innlimingarseðlar.
Kafé kvøldið hjá unga Tjóðveldinum í Klaksvík verður frá klokkan 19 til 23 fríggjakvøldið.