Tjóðveldisflokkurin var lítið áhugaður fyri samgongu

Tað var stórt spell, at tann breiða samgongan millum verandi samgongu og Javnaðarflokkin ikki varð til nakað. Hon var annars mestsum í pottinum, men líkt var til, at Tjóðveldisflokkurin ikki vildi vera við, tí fullveldistilgongdin gekk ov seint, sigur tingmaður Sjálvstýrisfloksins

? Tað var harmiligt, at tann breiða samgongan, sum annars var um at vera í pottinum, ikki gjørdist veruleiki. Men grundin tóktist vera tann, at Tjóðveldisflokkurin ikki var sinnaður fyri at vera partur av henni, sigur Kári P. Højgaard, tingmaður Sjálvstýrisfloksins.
Grundina fyri at so varð metir Kári Højgaard vera, at ferðin á sjálvstýrisleið var lækkað munandi, í mun til hana, verandi samgonga helt. Og tað kundi Tjóðveldisflokkurin ikki góðtaka, heldur sjálvstýristingmaður.
? Eg síggi ikki aðra grund til, at samgongan var av ongum, enn, at tjóðveldisflokkurin ikki vildi vera við, staðfestir hann.
Hann sigur, at tá samráðingarnar slitnaðu, vóru heili 13 yvirtøkumál klár, umframt at semja var um at arbeiða fram í móti yvirtøku av løgreglu og rættar-málum. Eitt nú var eisini semja um at yvirtaka fólkakirkjuna, vísir Kári Højgaard á.
Ov nógv ferð
Valið vísti, at ferðin á sjálvstýristilgongdini var ov nógv, heldur Kári Højgaard. Sambandsflokkurin fekk tveir tinglimir afturat, sum fóru frá samgonguni.
? Tað er sera týdningarmikið at taka valúrslitið í álvara, sigur Kári Højgaard. Og úrslitið var greitt tað, at fólk vóru ótrygg við sjálvstýristilgongdina, sum verið hevði.
Sjálvstýrisflokurin skal eisini liva aftan á hetta valskeiðið, tí hava vit skyldu at lurta eftir teimum signlum, sum veljarin sendir, sigur Kári Højgaard.
Tað tulkar sjálvstýristingmaðurin sum, at nú skal haldast aftur. Og tað var júst tað, Sjálvstýrisflokkurin eisini vildi, tá samgongusamráðingarnar vóru.
? Vit vildu heldur gjalda niður av skuldini, vit hava, enn at yvirtaka fleiri dýr mál, og átaka okkum størri fíggjarliga byrðar beint nú, sigur Kári Højgaard. Kortini var pláss fyri fleiri yvir-tøkum, sum ikki kostaðu so nógv, at vit ikki knógvaðu undir tí, sigur hann.
Kári Højgaard sigur, at hann væntar ikki, at tað fæst meira burtur úr á sjálvstýrisleið, enn tað sama, sum komið varð til undir teimum samráðingunum, sum slitnaðu.
Vil hava breidd
Sum flestu aðrir tinglimir metir Kári Højgaard tað sera týdningarmikið at fáa eina breiða og sterka samgongu.
Hann dylur ikki fyri, at hann hevði stórar vónir til tær samráðingarnar, sum vóru. Men tá tað ikki bar til, eigur tann næsta at vera ein líka breið hinumegin. Tað vil siga við Sambandsflokkinum í staðin fyri Tjóðveldisflokkinum.
Kári Højgaard metir, at tað ber til at fáa fleiri av yvirtøkunum framdar saman við Sambandsflokkinum, tí tær eru av slíkum slag, at tær væl kunnu forsvarast fíggjarliga.
Hann sigur seg vera sannførdan um, at eitt nú fólkakirkjuna ber væl til at yvirtaka saman við Sambandsflokkinum, um bara fyrireikingararbeiðið er ordiliga gjørt.
Eina 17-manna samgongu við Miðflokkinum heldur Kári Højgaard ikki vera nakra haldgóða loysn, tí hon verður ov veik. Men hann hevur einki í móti at fáa Miðflokkin við sum eitt nú nummar 24 í eini breiðari samgongu.
Tó ásannar hann, at tað verður sera torført at fara at býta málsøki, um so nógvir flokkar vera í samgonguni.
Tann møguleikan, at hann sjálvur og Sjálvstýrisflokkurin ikki sleppa við, meðan eitt nú Fólkaflokkurin, Sambands-flokkurin og Javnaðarflokkurin skipa eina breiða 22-manna samgongu, heldur hann ikki vera realistiskan.
? Vit hava eina avtalu um samstarv, sum vit fara at halda. Og so vænta vit eisini, at hon verður hildin frá hinum partinum, sigur Kári Højgaard.
Formansvalið
Hóast tað, at Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin hava avtalað at standa saman í samgongusamráðingum, metti Kári Højgaard ikki, at tann avtalan var galdandi, tá løgtingsformaðurin skuldi veljast. Hann atkvøddi tí saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum fyri Edmundi Joensen.
? Løgtingsformaðurin eigur at vera hevjaður yvir politiskt orðaskifti, og skal vera ein persónur við tign og myndugleika, sigur Kári Højgaard. Og júst sum slíkan kenni eg Edmund Joensen, sigur hann.
Hann sigur, at teir 14 mánaðarnar, hann hevur sitið á tingi, hevur Edmund Joensen verið triðji næstformaður, og regluliga sitið í formanssætinum. Út frá teimum royndunum metti Kári Højgaard, at Edmund Joensen var væl egnaður til løgtingsformann.
Kári Højgaard heldur, at við formansvalinum hevur Sambandsflokkurin boðað frá, at hann ikki fer at gøllhalda um kravið um at fáa løgmann í eini komandi samgonu.
Hinvegin metir Kári Højgaard, at royndirnar hjá sitandi løgmanni gera, at hann avgjørt er eitt kvalifiserað boð upp á sessin í komandi samgongu.
Framtíðin
Tað liggur stór ábyrgd á Sjálvstýrisflokkinum, sigur Kári Højgaard. Og nú er tað upp til hansara, sum einsamallur løgtingsmaður, at liva upp til hesa ábyrgd.
Men hann er sannførdur um, at spælir hann síni kort væl, skal tað koma flokkinum til góðar aftur við eitt komandi val. Tá eigur og má flokkurin aftur koma upp á einar tríggjar tinglimir, heldur hann.
Tann gongdin, sum verið hevur við formansskifti, eins og tað at flokkurin misti ein mann á,valinum, má kunna vendast.
Men treytin er heilt greitt tann, at flokkurin sleppur við í eina samgongu og kann reka ein varnan politikk, sum ber á sjálvstýrisleið. Stig fyri stig, vísir sjálvstýristingmaðurin á.
? Koma vit í eina samgongu, sum heldur valskeiðið út, eri eg sannførdur um, at tað ber til. Og tað hevði eisini verið hugaligt at hildið ein 100 ára dag í teirri vissuni, sigur Kári P. Højgaarrd, tingmaður Sjálvstýrisfloksin og sipar har við til, at Sjálvstýrisflokkurin varð stovnaður í 1906.