Tjóðveldisflokkurin uppskot um uppboðssølu av fiskiloyvum

Tjóðveldisflokkurin arbeiðir í løtuni við at smíða eitt uppskot um nýggjan fiskiveiðipolitikk, sum helst verður lagt fyri tingið á ólavsøku.
- Tað er neyðugt at fáa hetta uppskotið fram, so Bjørn Kalsø vaknar, sigur Tórbjørn Jacobsen, framsøgufólk Tjóðveldisfloksins

POLITIKKUR

 
Politikkurin verður rikin allar aðrar staðir enn í politisku skipanini og lítil munur man í longdini fara at vera á íslendsku kvotabarónunum og føroysku loyvisjallunum. Sleppur neyðtøkan at halda fram, og offurið viljað leggur kroppin til, gera vit enn einaferð eitt rend aftur í miðøldina, og ein nýggj feudalstætt hevur matrikulerað sær sjálvum havleiðirnar, firðirnar og sundini.
Soleiðis tók Tórbjørn Jacobsen til herfyri í greinini Kvotabarónar ella loyvisjallar, og nú tykist tað, sum Tjóðveldisflokkurin ætlar at leggja uppskot á fram á Løgtingi um eina nýggja fiskiloyvisskipan, tá tingið kemur saman á ólavsøku.
Framsøgufólkini hjá Tjóðveldisflokkinum í vinnumálum, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, hittust fyrrapartin á fundi saman við floksformanninum, Høgna Hoydal, har tey fóru at viðgera eitt lógaruppskot frá flokkinum, um hvussu umsitingin av føroyskum fiskitilfeingi skal umsitast.
Tórbjørn Jacobsen sigur við Sosialin, at tey hava arbeitt við hesum uppskotinum seinastu 9 mánaðirnar, og at tey miðja ímóti at leggja uppskotið fram fyri Løgtingið á ólavsøku.
Hinvegin krevur eitt slíkt uppskot so mikið drúgva fyrireiking, at Tórbjørn Jacobsen fyrrapartin ikki dugdi at siga, um uppskotið varð liðugt fyri ólavsøku.
 
<B STRONG kongsjørðin< sum normal"$?$end$!$Havið>
 
 
- Vit meta hetta vera neyðugt. So sum gongdin er í løtuni, má tann tann politiska skipanin gera okkurt. Tað er ófatiligt, at ein so sterk samgonga einki ger við tað, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann vísir á, at sum støðan er nú, er fiskivinnan fastløgd í eina skipan merkt av kapitalstrukturi, og tí hava eingi sokallað vanlig fólk møguleika at keypa fiskiloyvi.
- Landgrunnurin er lagdur út til loyvisjallar eins og kongsjørðin, sigur Tórbjørn Jacobsen og heldur at havið er blivið matrikulerað eins og náttúrutilfeingi á landi.
Tórbjørn Jacobsen sigur seg væl skilja, at Gerhard Lognberg er frustreraður, sum hann málber seg, um leiklutirnar hjá Jóhan Páll Joensen í nevndini Føroya banka og sum vinnulívsformaður.
Men Tórbjørn Jacobsen vísir á, at hann metir tað vera ein nógv størri trupulleika, at skipini eru yvirkapitaliserað og møguliga hava eitt virði, sum er tíggju ferðir so stórt, sum tað átti at verið.
- Útjaðarin hevur ongan kjans, sigur Tórbjørn Jacobsen, og samanber møguleikarnar hjá vinnulívsfólki í útjaðaraðnum og t.d. persónar, ið hava betri sambond enn onnur við peningastovnar o.l.
 
<B STRONG skipan< normal"$?$end$!$Liberal>
 
- Hetta hugsaði man ikki um, tá lógin um vinnuligan fiskiskap varð smíðað, sigur framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, og heldur at fremsta endamálið tá var, at fáa skipini út aftur at fiska.
Tórbjørn Jacobsen metir tí, at ein meira liberal skipan hevði verið ein betri loysn, har har fólk sluppu at bjóða upp á fiskiloyvi á uppboðssølu.
- Vit sóu í 92, at planøkonomi ikki var loysnin, sigur tjóðveldistingmaðurin.
Spurdur, um hann tekur undir við uppskotinum hjá Jógvani við Keldu um at lata part av tilfeingisrentu í eftirlønargrunn hjá arbeiðarum, sigur Tórbjørn Jacobsen, at tað altíð er orsøk at hava ein illgruna, tá Fólkaflokkurin vísir seg at vera so góður við arbeiðaran, sum hann tekur til.
- Hetta er ikki tilfeingisgjald, tí tað hevði bara legaliserað núverandi skipan, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann metir harafturímóti, at tað ætlaða uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum hevði skapt eitt betri samband millum tey, sum brúka fiskiloyvini og fólkið, og endamálið sigur hann vera at fáa so nógvar inntøkur til landið sum gjørligt.
- Tað er neyðugt at fáa hetta uppskotið fram, so fiskimálaráðharrin Bjørn Kalsø vaknar, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann sigur seg tó vera ivasaman, um tað verður gjørligt hjá samgonguni at viðgera uppskotið nóg væl, eftir at tað hevur verið ígjøgnum maskinaríið hjá Fólkaflokkinum, sum Tórbjørn Jacobsen tekur til.
Fundurin í Tjóðveldisflokkinum skuldi væntandi verða liðugur seinnapartin í dag, so ikki var greitt áðrenn evstamark hjá Sosialinum, um uppskotið verður klárt at leggja fram á ólavsøku.
Edmund Joensen, tingformaður, sigur seg tó hava frætt, at eitt uppskot er á veg frá Tjóðveldisflokkinum, og metir, at hetta kann verða eitt av málunum, ið verður umrøtt, eftir at tingfólk hava viðgjørt løgmansrøðuna.
 
 
 
MYNDATEKSTUR
 
- Hetta er ikki tilfeingisgjald, tí tað hevði bara legaliserað núverandi skipan, sigur Tórbjørn Jacobsen