Tjóðveldisflokkurin stuðlar samgonguni

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at hansara flokkur altíð heldur politiskar avtalur, og soleiðis er eisini við nýggju samgonguni

? Tjóðveldisflokkurin heldur altíð politiskar avtalur, og allir tinglimir floksins standa sjálvsagt aftanfyri samgonguavtaluna, sum er grundarlagið undir at skipa landsstýrið.
Tað er høvuðsboðskapurinum í svarinum, sum Tjóðveldisflokkurin mánadagin sendi Fólkaflokkinum, sum vildi hava størsta samgonguflokkin at vátta stuðulin til samgonguna í kjalarvørrinum frá skrivingini hjá Tórbirni Jacobsen.
Høgni Hoydal hevur skrivað brævið vegna Tjóðveldisflokkin, og hann sigur, at hansara flokkur leggur dent á, at landsstýrið í verki fremur tær politisku semjur, sum eru niðurfeldar í samgonguskjalinum.
? Tjóðveldisflokkurin heldur seg til og tekur ábyrgd av øllum málum, sum hava beinleiðis við politiskar avtalur og við politiska ella løgfrøðisliga embætisførslu at gera. Tjóðveldisflokkurin viðger ikki mál, sum verða reist í øðrum høpi, ið persónar sjálvir ábyrgdast fyri.
Við hesum endurtekur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum enn einaferð boðskapin um, at Tjóðveldisflokkurin framvegis stuðlar samgonguni, men at flokkurin ikki vil viðgera skrivingina hjá Tórbirni Jacobsen.

Breckmann misnøgdur
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til svarið frá Tjóðveldisflokkinum, fyrr enn Fólkaflokkurin hevur viðgjørt viðgjørt svari á fundi, sum í fyrsta lagi kann verða hildin í dag.
Men løgmaður sigur seg tulka svarið frá Høgna Hoydal soleiðis, at Tjóðveldisflokkurin framvegis stuðlar samgonguni.
Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum er alt annað enn fegin um svarið frá Tjóðveldisflokkinum.
Við Útvarpið segði Óli Breckmann mánakvøldið, at tað er harmiligt, at Tjóðveldisflokkurin ikki loysir trupulleikan, at teir hava ein beitingarhund í flokkinum, sum teir ikki kennast við, men sum teir kortini lata dálka ikki bert Anfinn Kallsberg, men eisini løgmansembætið.
Óli Breckmann segði eisini, at í løtuni kann løgmaður ikki rokna við Tórbirni Jacobsen sum 17. tingmanni hjá Fólkaflokkinum, og tí eru tað bert 16 tingmenn aftan fyri samgonguna júst nú.