Landsstýrismaðurin má geva oljufeløgunum greið boð um, at uttan mun til, hvat útgerðarfelag, tey professionelt halda vera tað besta, so skal virksemi av hesum vera í Suðuroynni.
Soleiðis skrivaði Tjóðveldisflokkurin í tíðindaskrivi týsdagin, eftir at tað mánakvøldið gjørdist greitt, at útlendsku oljufeløgini hava gjørt av, at tey ikki ætla sær at nýta Drelnes sum útgerðarhavn. Men signalini frá Tjóðveldisflokkinum í spurninginum um útgerðarhavnir hava verið ógvuliga ymsikt og ørkymlandi.
Somu meiningina, sum nú, hevði Tjóðveldisflokkurin í november í 1999, tá Suðuroyar Oljuvinnráð spurdi politisku flokkarnar, hvørja støðu teir høvdu til, at ein møgulig oljuvinna verður savnað í Suðuroynni.
Svarið frá Tjóðveldisflokkinum var tá, at flokkurin á regluligum floksfundi einmælt hevði samtykt, at útgerðarhavnin skuldi leggjast í Suðuroynni.
Tað var suðuroyartingmaðurin, Hergeir Nielsen, sum svaraði vegna flokkin, og var bræv hansara dagfest 10. november 1999 millum annað soleiðis orðað:
»Málið hevur verið umrøtt fleiri ferðir á floksfundum okkara, og seinast týsdagin aftan á fundin í Øravík 26. oktober tók eg tað fram aftur á regluligum floksfundi. Málið varð upplýst fyri flokkinum við støði í kunnandi fundinum í Øravík, og aftan á viðgerðina varð einmælt samtykt, at útgerðarhavnin skuldi leggjast í Suðuroy. Landsstýrismenn floksins fingu til uppgávu at leggja málið fram á landsstýrisfundi, og har er tað so longu umrøtt við støði í tilmæli okkara um at leggja virksemið her suðuri.«
Ósemja flutti flokkin
Men orðini hjá Hergeir Nielsen stóðu ikki leingi ósvarað.
Sosialurin fekk 25. november 1999 váttað frá Heina O. Heinsen, formanni í tingbólki Tjóðveldisfloksins, at Hergeir Nielsen vegna ein samdan Tjóðveldisflokk hevði svarað Suðuroyar Oljuvinnuráð, at ein komandi oljuvinna skal vera savnað í Suðuroynni. Tí støðan í Suðuroynni er so vánalig, at skal hon framhaldandi vera ein livandi partur av Føroyum, má ein komandi oljuvinna verða savnað í Suðuroynni.
Dagin eftir, tann 26. november 1999, er táverandi tingmaður Tjóðveldisfloksins úr Eysturoynni, Tórbjørn Jacobsen, í øðini. Hann sigur við Sosialin, at Tjóðveldisflokkurin onga støðu hevur tikið til, hvar ein oljuvinna skal vera savnað.
? Landsstýrismaðurin í oljuvinnumálum hevur gjørt greitt, at tað ikki skal viðgerðast politiskt, hvar oljuvinnan skal savnast, og hevur Hergeir Nielsen veruliga svarað oljuvinnuráðnum í Suðuroynni skrivliga vegna flokkin, skilji eg ikki hvaðani hann hevur fingið mandat til hetta, segði Tórbjørn Jacobsen við Sosialin.
Tórbjørn Jacobsen sammetti tá støðuna við, at hann fór í fjølmiðlarnar og segði, at ein samdur Tjóðveldisflokkur hevði gjørt av, at Vaktar- og Bjargingartænastan skuldi flytast til Runavíkar, uttan at flokkurin yvirhøvur hevði tosað um tað.
? Eg fari á næsta floksfundi at krevja at fáa at vita, hvat tað er, sum gongur fyri seg, segði Tórbjørn Jacobsen.
Og orðini hjá Tórbjørn Jacobsen hava helst vigað tungt í flokkinum, tí løtu eftir, at Tórbjørn Jacobsen var komin við sínum viðmerkingum til málið, ynskti táverandi formaður floksins, Heini O. Heinesen at víðka viðmerkingarnar, hann hevði givið Sosialinum dagin fyri, við teirri grundgeving, at nú hevði málið skapt so mikla øsing.
Heini O. Heinesen gjørdi nú greitt, at oljuvinnan skuldi ikki savnast í Suðuroynni, men at hol fyrst og fremst skuldi setast á oljuvinnuna í Suðuroynni. Hann ásannaði, at Tjóðveldisflokkurin var ein partur av samgonguni, og tí kundi hann ikki sjálvur avgera, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni.
? Tað býr ikki nóg mikið av fólki í Suðuroynni, so til ber at savna oljuvinnuna har. Men ert tú landspolitikari, eigur tú at taka undir við, at hol fyrst og fremst verður sett á oljuvinnuna í Suðuroynni, segði Heini O. Heinesen, táverandi formaður Tjóðveldisfloksins.
Landsstýrismenninir hjá Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal og Karsten Hansen, søgdu báðir um hetta mundið, at teir vóru samdir við landsstýrismanninum í oljuvinnumálum í, at marknaðarkreftirnar skuldu hava ávirkan á, hvar ein komandi oljuvinna skal savnast.
Atkvøddu ímóti
Í februar 2000 kom spurningurin um oljuhavnina fyri tingið, tá lógaruppskotið um fyrsta útbjóðingarumfar skuldi viðgerast Javnaðarflokkurin vildi tá hava við í lógina, at alt leitingar- og framleiðsluvirksemi, herundir eisini útgerarstøðir, skuldi vera í Suðuroynni.
Men hetta broytingaruppskotið til grein 15 í lógini um fyrsta útbjóðingarumfar fall við 11 atkvøðum fyri, einari blankari og 19 ímóti. Eisini Tjóðveldisflokkurin atkvøddi ímóti, hóast Hergeir Nielsen vegna flokkin frammanundan í brævi hevði boðað Suðuroyar Oljuvinnuráð frá, at flokkurin á regluligum floksfundi einmælt hevði samtykt, at útgerðarhavnin skuldi leggjast í Suðuroynni.
Tórbjørn Jacobsen, sum í Sosialinum beint áðrenn hevði víst sína ónøgd við brævið frá Hergeir Nielsen til Suðuroyar Oljuvinnuráð, møtti ikki til atkvøðugreiðsluna. Men Finnbogi Ísakson, Jógvan Durhuus, Páll á Reynatúgvu, Annita á Friðriksmørk og Finnur Helmsdal atkvøddu ímóti. Hergeir Nielsen og táverandi floksformaðurin, Heini O. Heinesen, atkvøddu fyri. Teir fataðu uppskotið frá Javnaðarflokkinum sum eitt vánaligt paraduuppskot, men hildu kortini, at tað kundi geva óhepnar ábendingar til oljufeløgini, um uppskotið fall.
Óhepnu avleiðingarnar, sum serliga Hergeir Nielsen tosaði um, vóru, at um uppskotið fall um, fóru oljufeløgini at fata hetta, sum at politiski viljin var, at oljuútgerðarhavnin ikki skuldi vera í Suðuroynni.
Atkvøddu fyri útjaðaranum
Tá uppskotið kortini fall, valdu Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum og Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum at leggja nýtt broytingaruppskot fyri tingið, tá lógin um fyrstu útbjóðing var til triðju viðgerðar.
Hetta broytingaruppskotið snúi seg um at áleggja landsstýrismanninum í oljuvinnumálum, tá hann veitir loyvi, at leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum eisini fer fram í útjaðaranum.
Broytingaruppskotið varð samtykt við 16 atkvøðum fyri, 15 blonkum og einari ímóti. Javnaðarflokkurin, sum kom við uppskotinum um, at oljuhavnin skuldi vera á Drelnesi, atkvøddi ikki fyri, at landsstýrismaðurin í oljumálum skal leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum eisini fer fram í útjaðaranum. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkuri og partur av Fólkaflokkinum atkvøddu blankt í hesum føri.
Tórbjørn Jacobsen, sum fleiri ferðir hevði átalað útsagnirnar hjá Hergeir Nielsen um, at Tjóðveldisflokkurin vildi hava oljuhavnina at vera á Drelnesi, atkvøddi ímóti uppskotinum, sum einasti tingmaður Tjóðveldisfloksins.
Kravdu aftur Suðuroy
Týsdagin 9. januar 2001 gjørdist greitt, at oljufeløgini høvdu vrakað Drelnes sum útgerðarhavn og í staðin valt miðstaðarøki
Í hesum sambandi sendi Tjóðveldisflokkurin út tíðindaskriv, har hann staðfesti, at hetta var beint ímóti løgtingssamtyktunum. Tjóðveldisflokkurin segði seg fara at taka málið upp á samgongufundi, tí hann helt, at landsstýrismaðurin má geva oljufeløgunum greið boð um, at uttan mun til, hvat útgerðarfelag, tey professionelt halda vera tað besta, so skal virksemi av hesum vera í Suðuroynni.
Men úrslitið av samgongufundinum var ikki, at útgerðarhavnin skal vera á Drelnesi. Í staðin skal landsstýrismaðurin í oljumálum á ein ella annan hátt syrgja fyri, at eitthvørt virksemi av oljuleitingini kortini skal vera í Suðuroynni.
Politiskur karmur
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at flokkurin ongantíð kravt, at tað skuldi lóggevast um, hvar ein oljuhavn skuldi liggja í leitiskeiðnum. Tað, sum flokkurin hevur verið samdur um, er, at landspolitiskt má setast ein karmur, sum sigur, at oljuvinnan ikki savnast á einum stað, har longu nógv virksemi er frammanundan.
Høgni Hoydal ger greitt, at í tíðindaskrivinum verður ikki kravt nakað um Drelnes. Har verður lagdur dentur á tað, sum løgtingið samtykti við einum broytingaruppskoti. Hetta var ,at landsstýrismaðurin skal tryggja, at virksemi eisini fer fram í útjaðaranum - og har er Suðuroyggin sjálvsagt evgerandi.
? Tí er spurningurin, hvussu landsstýrismaðurin kann tryggja hetta, tá hann skal góðkenna ætlanirnar hjá oljufeløgunum. Suðuroyggin kann ikki sleppast uppá fjall, tí eitt felag er valt frá. Politikarar mugu ikki leggja seg út í, hvat felag er tað besta til at veita tænastur. Har hava nógv feløg gjørt eitt framúr arbeiði og fyrireikað seg væl, sigur Høgni Hoydal.
Men politisku karmurin er, at økir í landinum ikki mugu detta burturímilum í einari oljuvinnu. Sjálvsagt skulu tey bestu fløgini veljast til at fáa eitt arbeiði. Men uttan mun til, hvat felag verður valt, so má virksemi eisini verða í Suðuroynni. Hetta hevur flokkurin gjørt greitt og ymsir møguleikar eru nevndir, hvussu hetta kann gerast. Og komandi vikurnar fara nú at vísa, hvussu leikur fer, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins.