John Johannessen
tinglimur Javnaðarfloksins
mentanarnevndin
"Ein tunn suppa." Hetta var fyrsta viðmerkingin hjá formanni Tjóðveldisfloksins um nýggja samgonguskjalið og nýggju samgonguna. Sami maður hevur saman við restini av Tjóðveldisflokkinum skuldsett samgonguna fyri at berja niður mentanina og at beina fyri mentanarlívinum við stórum skerjingum á mentanarøkinum.
Tann øvugta verð
Veruleikin er tann øvugti. Og nú gongur sjón fyri søgn. Fíggjarnevndarlimur Tjóðveldisfloksins, Páll á Reynatúgvu, hevur boðað frá, at hann í fíggjarnevndini fer at nokta fyri ætlanini hjá samgonguni, um at bjarga Musikskúlanum við 450 túsund krónum gjøgnum eitt sokallað fíggjar-nevndarskjal. Fráboðanina gjørdi tjóðveldistingmað-urin púra greiða í Útvarpi Føroya á middegi miku-dagin.
Musikskúlin er ein grundleggjandi og sunnur táttur í føroyska mentanar-lívinum. Ein stovnur, sum grundleggjandi stimbrar og mennir tónleikaligu gávur-nar hjá føroyska ung-dóm-inum.
Tí var tað heldur ikki meiningin at játta Musik-skúlanum so lítla upphædd á fíggjarlógini, at neyðugt gjørdist heilt at leggja niður ein part av virkseminum hjá skúlanum.
Men orsakað av, at tjóðveldisumboðið í fíggjarnevndini, Páll á Reyna-túgvu, og aðrir fíggjar-nevndarlimir fasthildu um, at Musikskúlin ikki skuldi hava meira pening, bleiv støðan tann, at skúlin kom í kreppu.
Vit hava funnið loysn
Hesa kreppu vildi Javnaðarflokkurin saman við øðrum í samgonguni ikki góðtaka. Musikskúlin má ikki fara fyri bakka. Og júst tí hevur samgongan arbeitt fyri eini loysn at bjarga skúlanum.
Loysnin er funnin. Ætlanin er, at Fíggjarnevndin gjøgnum eitt sokallað fíggjarnevndarskjal skal játta Musikskúlanum 450 túsund krónur av aðrari konto í Mentamálaráðnum. Eini konto, sum ikki er átrokandi at brúka í ár. Hetta hevði bjargað Musikskúlanum, so virksemið kundið hildið fram á vanligum støði.
Tjóðveldið noktar
Men nú vil Tjóð-veldis-flokkurin ikki. Hann ætlar at seta seg ímóti, at Musikskúlin fær neyðugu pengarnar. Tjóðveldisflokkurin noktar harvið, at føroysk børn fáa nøktandi tónleikafrálæru.
Tí ber til at spyrja umaftur: "Hvør er tað í veruleikanum, ið berjir niður mentanina?









