Tjóðveldisflokkurin: Úr stongsli í samband

- Loysing og frælsur uttanríkispolitikkur er høvuðsfortreytin fyri vinnuligari og samfelagsligari menning í Føroyum, sigur Tjóðveldisflokkurin m. a. í yvirlýsing á flokstingi í Vágum

Á Flokstingi Tjóðveldisfloksins 23. og 24. mars, bleiv fylgjandi yvirlýsing samtykt:

Floksting Tjóðveldisfloksins 2007 staðfestir, at:

1. Loysing og frælsur uttanríkispolitikkur er høvuðsfortreytin fyri vinnuligari og samfelagsligari menning í Føroyum.

2. Støðug menning av vitanartilfeinginum gjøgnum mentanaríløgur, útbúgving og gransking á høgum støði er ein grundleggjandi fortreyt fyri framtíðar búskaparligum vøkstri í Føroyum.

3. Tvørrandi javnstøðan millum kynini elvir til, at samfelagið ikki fær ágóðan av tí ovurstóra tilfeingi, virkisfýsni og fjøltáttaða hugsanarhátti, sum kvinnur umboða.Tí eru javnrættindi ein sjálvsagdur lutur í samfelagsligu menningini.

4. Broytta samfelagsmynstrið hevur elvt til, at føroyska almannalóggávan er ótíðarhóskandi. Tí er tørvur á eini gjøgnumgangandi endurskipan av almannalóggávuni, har henda verður grundað á føroysk viðurskifti.

5. Einskiljingartilgongdin av fyritøkum landsins má skipast soleiðis, at føroyska fólkið og samfelagið fær sum mest fyri sína ogn. Eftir einskiljingina eiga fyritøkurnar framhaldandi at virka sum ein náttúrligur partur av búskaparligu menningini.

Flokstingið vil

1. At Tjóðveldisflokkurin skal í landsins leiðslu, tí Føroyar hava ikki ráð til 4 ár afturat, har ríkisrættarliga støðan forðar okkum í at virka á jøvnum politiskum og vinnuligum føti í einum altsamt meira altjóðagjørdum heimi. Royndirnar í Íslandi hava víst okkum, at ein virkin uttanríkistænasta er ein avgerandi fortreyt fyri, at vinnulívið kann menna seg uttan fyri landoddarnar. Tí er tað til óbótaligan skaða fyri føroyska vinnulívið og samfelagið sum heild, at heimastýrisskipanin verður nýtt sum undanførsla fyri at taka slík stig.

2. At Tjóðveldisflokkurin orðar ein greiðan, ítøkiligan og visioneran mentanar-, útbúgvingar- og granskingarpolitikk, sum miðar ímóti einum høgum fakligum støði í føroysku mentanar- og útbúgvingarskipanini. Somuleiðis skal Tjóðveldisflokkurin orða ein ungdómspolitikk.

3. Tjóðveldisflokkurin skal ganga undan í javnstøðupolitikkinum. Hetta verður gjørt við at tryggja javnvág millum kynini í skipan floksins. Somuleiðis skal Tjóðveldisflokkurin virka fyri, at kvinnuumboðanin í politisku skipanini verður munandi betri, enn hon er nú.

4. Vantandi vitan um veruligu støðuna og sosiala tørvin hevur í alt ov mong ár myndað sonevnda vælferðarpolitikkin í Føroyum. Tí skal Tjóðveldisflokkurin í eini komandi samgongu tryggja, at ein kortlegging verður framd av sosialu støðuni og rættindunum hjá teimum veikastu samfelagsbólkunum, so skipanirnar verða endurskoðaðar frá botni.

6. Tjóðveldisflokkurin skal virka fyri, at ávísir bólkar ikki skulu fáa framíhjárætt í einskiljingini av landsins ognum, so hesi síðani kunnu selja ognirnar víðari við stórum vinningi. Einskiljingartilgongdin má ikki enda við, at vit skapa eitt nýtt stættarsamfelag, eins og vit hava sæð í øðrum londum, har ójavnin verður ovur stórur millum tey ríkastu og vanliga fólkið.