Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin undrast á samgonguskipan

Nú ein nýggj samgonga tykist vera komin undir land, vilja vit ynskja henni góða eydnu. Tó undrast Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin á politisku gongdina.

Valúrslitið gav dygga undirtøku fyri, at sjálvstýrisgongdin skuldi halda fram, og teir flokkarnir, sum hava stuðlað tjóðarfrælsinum, komu styrktir burturúr valinum.
Tí vóru allir møguleikar at halda fram á sjálvstýrisleið, at halda ein skynsaman búskaparpolitikk, at tryggja vælferðina og fremja ein greiðan vinnulívspolitikk.
Kortini verður nú skipað ein sambandssamgonga, har Fólkaflokkurin er stuðulsflokkur.
Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin hava boðað Fólkaflokkinum greitt frá, at vit eru til reiðar at skipa eina samgongu, ið kann halda fast um sjálvstýrisgongdina, og hetta standa flokkarnir framvegis við.

Tórshavn, 31. januar 2004

Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin
Høgni Hoydal Jenis av Rana