Tað er við stórari undran, at undirritaðu flokkar eygleiða politisku gongdina í løtuni.
Tjóðveldisflokkurin hevur loyalt stuðlað teirri 16-manna samgongu, sum seinastu 14 dagarnar hevur verið grundarlagið hjá løgmanni í royndunum at skipa meirilutastjórn.
Miðflokkurin hevur boðað greitt frá, at hann er til reiðar at fara upp í samgongu at halda fram við sjálvstýrisgongdini.
Síðani hevur verið roynt at skipa eina breiðari samgongu við javnaðarflokkin, har Tjóðveldisflokkurin so knappliga stendur einsamallur flokkur móti trimum øðrum við ætlanunum um at halda fram við sjálvstýristilgongdini.
Í løtuni eru so samráðingar millum Sambands-flokkin, Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Hetta tykist okkum sera margháttligt og óskiljandi. Bæði út frá valúrslitinum, har tað var greitt, at ein greiður sjálvstýrismeiriluti er á tingi, og út frá teimum týdningarmiklu avgerðunum fyri framtíðina, sum skulu takast júst nú.
Tí skulu vit enn einaferð boða alment frá, at Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin eru til reiðar at skipa eina sjálvstýris-samgongu við Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, ið kann halda fram við eini miðvísari og tryggari sjálvstýrisgongd, og sum eitt nú kann loysa týdningarmiklu trivnaðarmálini, vinnumálini, útbúgvingarmálini o.a.
Tórshavn, 14. mai 2002
Vegna Miðflokkin / Jenis av Rana
Vegna Tjóðveldisflokkin / Høgni Hoydal