Tjóveldisflokkurin og fólkaatkvøðan um NATO

? og um útbyggingina á Eiði og virðingin hjá Anders Fogh Rasmussen fyri Føroya Fólkið

Tjóðveldisflokkurin og NATO: Øll sum hava fylgt við síðan NATO kom til Føroyar - í Mjørkadal, vita, hvussu hesir hava geberdað sær frá fyrsta degi. Tað vóru javnan og savnan skrúðgongur/mótmælisgongur niðan í Mjørkadal fyri at mótmæla skrímslinum NATO og fáa teir at pakka sekkin og sleppa sær har pipari grør.
Sum tíðirnar broyttust og múrurin og jarntjøldini fullu til tey lond, sum tann mest ultra vinstrahalli parturin av hesum flokki hálovaði, so bleiv eisini eitt sindur tamari ? longri bleiv millum skrú-gongurnar, og til seinast doyðu tær burtur.
Teir fingu ivaleyst endiliga eyguni upp fyri, hvussu neyðugur Nato-felagskapurin var fyri friðin kring heimin.

Fólkaatkvøðan hjá Høgna Hoydal: Tað undar meg stórliga, at fólkaatkvøða nú skal verða so altumráðandi fyri formannin í Tjóðveldisflokkinum og at eitt mál, sum NATO útbyggingin á Eiði skal leggjast út til folkið til fólkaatkvøðu - haldi eg má verða skemt frá formansins síðu?
Eru vit ikki fyri mánaðum síðani valdir á Føroya Løgting júst fyri at taka støðu og gera tað, sum vit meta verða rættast fyri okkara veljarar?
Hevur Høgni longu gloymt teirri fólkatkvøðuna, sum var lovað Føroya fólki, men tá tað vísti seg, at útfallið ivaleyst ikki fór at blíva tað, sum Høgni, Anfinn og Helena vildu hava tað at verða - ja so bleiv hetta avlýst.
Fólkastýrið og demokratiið gjørt til gjøldurs rætt og slætt!!!!!

Anders Fogh Rasmussen og virðingin fyri fólkastýrinum: Nú sigur sami Høgni í bløðunum, at danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, ikki virðir føroyska fólkaræðið, tí hann ikki vildi svara upp á ein hypotetiskan spurning frá útvarpskvinnu!!!?????
Álvaratos Høgni ? er tíðin ikki komin at arbeiða fyri framhaldandi góðum viðurskiftum millum ríkispartarnar, ístaðin fyri alla tíðina at royna at sáa iva og royna at skapa ófrið.
Anders Fogh Rasmussen virðir uttan iva Føroya Fólk eins høgt og danska fólkið ? eg ivist onga løtu í, at hann virðir demorkatiið og tær avgerðirnar, sum fólkið her á landi taka til einahvørja tíð.
Eg vóni, at tú ger tað sama, Høgni, virðir fólkastýrið, tá tíðin kemur og tú møguliga skal góðtaka eitt nei til fullveldisætlan tína !!!! Hypotetiskt sigur onkur?? Kanska!!
?Time will tell.