Tjóðveldisflokkurin missur til allar hinar. Heimastýrisflokkarnir draga ungu veljararnar.

Røringur tykist vera í. Allir flokkar nápa eitt sindur burtur av veljarunum hjá hvørjum øðrum, men ymiskt er, hvussu skerst, tá ið av tornar. Av teimum, sum atkvøddu fyri Tjóðveldisflokkinum við seinasta val, ætla út við ein fimting at seta krossin við annan flokk. Sambandsflokkurin stendur hinvegin til at fáa umleið fimtan prosent av sínum atkvøðum frá øðrum flokkum. Hartil kemur, at okkurt bendir á, at tey, ið fara á val fyri fyrstu ferð, kenna seg mest drignar at gomlu heimastýrisflokkunum, fyrst og fremst Sambandsflokkinum og harnæst Javnaðarflokkinum.

Jógvan Mørkøre.




Samgonguflokkarnir missa, andstøðuflokkarnir ganga fram.
Tikið undir einum, so verður tapið hjá samgonguni, ið sat, eini 6 %. Andstøðan tekur seg fram við knappliga 4 prosentum. Munurin upp á 2 % stendst av, at Hin Stuttligi Flokkurin tekur sín part. Sambandsflokkurin stendur til at fáa størstu framgongdina við 2,5 %, Tjóðveldisflokkurin til størstu afturgongdina við 4,3 %. Men Sambandsflokkurin fær ikki bara atkvøður. Hann letur eisini nakað. Men hann fær meira, enn hann letur. Tað sama við Tjóðveldisflokkinum. Hann letur ikki bara, hann fær eisini eitt sindur frá hinum. Tað er bara væl minni, enn tað hann letur.

Í kanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin, vórðu tað 2700 veljarar kring alt landið, sum søgdu frá, hvat ið tey valdu seinast, og hvat ið tey ætla at velja á komandi vali. Við so stórum taltilfari ber til at gera sær eina mynd av, hvørjar flytingar ætlandi verða millum flokkarnar.

Samgongan bløðir út.
Verður valúrslitið tað sama sum í kanningini, so hevur samgongan, sum sat, bløtt út. Flokkarnir yvirliva, eisini teir báðir smáu á miðjuni, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, sum tykjast at halda tørn meira ella minni. Men her skal arbeiðast hart fyri at venda gongdini, skulu teir stóru samgonguflokkarnir gera sær vónir um at koma í samgongu aftan á valið.

Tjóðveldisflokkurin stendur til ein rættuligan bakkalóara. 19,4 % í kanningini í mun til 23,7 við seinasta val er stór afturgongd. Hann bløðir frá fleiri sárum. Mest letur hann til gamla samgongufelagan, Fólkaflokkin. Góð 7 % av teimum, sum góvu Tjóðveldisflokkinum sín stuðul við seinasta val, boða frá, at hesuferð taka tey Fólkaflokkin framum. Og stóru kappingarneytarnir í andstøðuni taka eisini sín part. Sambandsflokkurin góð 4 % og Javnaðarflokkurin 3-4.

Fólkaflokkurin missur ikki so nógv sum Tjóðveldisflokkin. Hann stendur til eina afturgongd upp 1 %. Tað kann so skjótt verða broytt til eitt pluss, tað, sum eftir er av valstríðnum. Tað, sum fjarðar út, fer fyrst og fremst til Sambandsflokkin í løtuni. ? Ella rættari: ì seinastu viku, tá ið kanningin varð gjørd. Eini 5-6 %. Hini tølini eru smá.

Andstøðan vind í seglini.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa til framgongd og at fáa ein fittan meiriluta á tingi, so teir einsamallir kunnu skipa samgongu.

Tað er serliga Sambandsflokkurin, sum fær veljarar frá hinum flokkunum. Mest tekur hann frá Javnaðarflokkinum, eini 5-6 %. Men tølini eru eisini stór til tað, tá ið tað ræður um stóru samgonguflokkarnar. 4-5 % frá Fólkaflokkinum og 3-4 frá Tjóðveldisflokkinum.

Javnaðarflokkurin tekur hinvegin eisini fitt frá Sambandsflokkinum, eini 3-4 %. Nakað tað sama frá Tjóðveldisflokkinum, eini 4 %. Og knappliga 2 frá Fólkaflokkinum.

Tey ivasomu
Nakað av lesull plagar at vera í bólkinum ?veit ikki?, ?blankt? og ?ikki á val?. Men tað er ikki tað stóra hesuferð. Eini 10 % kanska.

Tað merkisverda er, at hesuferð eigur ein flokkur sum Tjóðveldisflokkurin, ið stendur til afturgongd, ikki meira á, enn Sambandsflokkurin, sum stendur til framgongd. Tað er óvanligt. Av teimum, sum ikki vita, hvar tey skulu seta krossin, eru 15-16 % gamlir sambandsveljarar, meðan 16-17 % eru gamlir Tjóðveldisveljarar.

Hinvegin so er tað serligt, at lítil flokkur sum Sjálvstýrisflokkurin er so væl umboðaður í hesum bólkinum. 8-9 % av teimum, sum ikki vita, eru gamlir sjálvstýrisveljarar, so her er nakað hjá Sjálvstýrisflokkinum at fara eftir, vil hann toga seg upp frá teimum 3,7 prosentum, sum er tinggáttin.

Tey yngstu fara til gomlu heimastýrisflokkarnar.
Ein annar bólkur er somuleiðis áhugaverdur. Tað er tey mongu, sum fara á val fyri fyrstu ferð. Vit tosa um tey, sum ikki høvdu valrætt seinast, men sum nú sleppa framat at festa kross á blað.

Hóast tey ikki eru so mong í samlaðu rúgvuni av svarum, so er vert at hefta seg við, at serliga Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin tykjast at gera góð hál í hesum bólkinum. Sambandsflokkurin stendur til at fáa ein fjórðing av hesum og Javnaðarflokkurin ein fimting. Hinir flokkarnir liggja úr einum tíggjundaparti og niðureftir. Hetta er tó tann meira ivasami parturin av kanningini, tí tølini, sum hetta byggir á, eru smá. Men vert er at geva hesum gætur í komandi kanningum, tí her tykist at vera talan um broyting. Higartil hava yngstu veljararnir verið meira drignir at flokkum sum Tjóðveldisflokkinum.