Tjóðveldisflokkurin fer eftir ábyrgd og rættindum, tí fer hann bara fram

Annita á Fríðriksmørk

"Samstarv er vegurin fram". Soleiðis ljóðar slagorð Sambandsfloksins í hesum fólkatingsvalstríði.
Tjóðveldisflokkurin er púra samdur!
Munurin hjá heusm báðum flokkum er bara undir hvørjum fortreytum samstarvið skal byggja.
Sambandsflokkurin sigur, at endamálið við samstarvinum við danir er frið-ur og semja og at hetta skal gerast fyri ein og hvønn prís.
Men skal friður og semja valda landanna millum, mugu fortreytirnar fyri samstarvinum verða tær somu.
Tað er ov bláoygt at lata alt vald til donsku stjórnina og so bara vænta, at úrslitið av tí er friður og semja.
Slíkt forkar seg eitt fet til viks og trý aftur.
Onkin stjórn ? heldur ikki tann danska ? hevur nakra sum helst virðing fyri slíkum bláoygdum poli-tikki.
Erlendur Patursson hevði stóra virðing millum tað danska fólkið, og millum teir donsku politikararnar. Tað sama kann sigast, um tvey tey undanfarnu fólkatingsumboðini hjá Tjóð-veldisflokkinum. Orsøkin til hesa virðing er eina og aleina, at hesir hava umboða eina hugsjón, sum vil fram á leið. Eina hugsjón, sum sigur, at føroyingar og bara føroyingar í samstarvi við onnur lond, kunnu fáa Føroyar fram á leið.
Sambandsómegdin, sum heldur uppá, at alt uttanríkisvald og allur føroyskur yvirvaldsrættur treytaleyst skal latast til danir at hava ábyrgdina av, skapar ikki virðing millum donsku politikararnar. Hetta tekur hinvegin fyrst og fremst ábyrgdina frá okkum føroyingum og forðar harvið fyri framburði. Harnæst gevur henda ómegd eisin donsku stjórnini frítt spæl at nokta føroysku tjóðini viðurkenning sum tjóð, hon gevur donsku stjórnini frítt spæl at nokta móðirmálið okkara viðurkenning sum tjóðarmál føroyinga. Bláoygni Sambandsfloksins er snøgt sagt eitt haft um beinini á øllum framburði, og er samstundis ein kærkomin gáva til eina yvirvøld, sum ynskir at vísa fyri umheiminum, hvør í ræður í danska ríkinum, og hvørja støðu fólkini í útnorði hava.
Ynski um hetta ábyrgdarloysi, hevur eisini víst seg at givið hesum somu fólkatingspolitikarum munn-kurv. Hetta vísir seg millum annað í teimum stigum, sum tikin eru í á Fólkatingi av føroyskum fólkatings-limum seinastu 7 árini:
Síðani ´98 hava ABC umboðini reist tilsamans 13 mál á Fólkatingi (knøpp tvey mál um árið)
Tjóðveldisumboðini einsamøll hava reist 66 (seksogtrýss) mál seinastu 4 árini.
Manglandi ynski eftir ábyrgd forkar føroyskan politikk og rættindi eitt fet til viks og trý aftur
Tjóðveldisflokkurin fer eftir ábyrgd og rættindum tí fer hann bara fram.