Tjóðveldisfólk vilja ávirka

Undir heitinum »Kom og ávirka« er Tjóðveldisflokkurin farin undir tiltak at fáa fleiri fólk at taka lut í politikki



 Tjóðveldisflokkurin roynir at ganga nýggjar leiðir í royndini at fáa fleiri fólk at taka lut í politikki. Hevur tú hug at taka lut í politiskum arbeiði og at fáa ávirkan? Hevur tú hug at taka lut í skeiðum í politiskum arbeiði og í almennari framløgu? So ert tú vælkomin at taka lut í evnisdøgum Tjóðveldisfloksins, sum verða hildnir kring landið, sigur Tjóðveldisflokkurin í tíðindaskrivi.
Undir heitinum »Kom og ávirka« er Tjóðveldisflokkurin farin undir eitt nýtt tiltak til tess at fáa fleiri fólk at taka lut í politiskum arbeiði.
Flokkurin ehvur lagt eina ætlan fyri evnisdagar, har stevnumið floksins verða gjøgnumgingin og endurskoðað - og har fakfólk leggja fram um viðkomandi tættir í samfelagnum. Eisini verður skeið í framløgu fyri fólk, ið hava hug at bjóða seg fram í politikki.
Fyrsti av hesum evnisdøgum var í Sandavági leygardagin 3. september - dagurin var sera væleydnaður, og nógv kom burturúr.
Leygardagin 1. oktober verður annar av hesum evnisdøgum á Klaksvíkar Sjómansskúla. Evnini, sum verða viðgjørd, eru úr stevnumiðum floksins:
"Einar skapandi Føroyar
mentamál og list, barna- og ungdómspolitikkur, eldrapolitikkur
"Einar javnari Føroyar
almanna- og heilsumál, arbeiðsmarknaður, pensiónsskipan, íbúðarmál

Skrá fyri dagin
Kl. 10.00Framsøgufólk Tjóðveldisfloksins greiðir frá verandi stevnumiðum floksins.
Annita á Fríðriksmørk: Einar skapandi Føroyar.
Finnur Helmsdal: Einar javnari Føroyar.
Kl. 10.45Jancy B. Klein umrøður: Almanna- og heilsumál, arbeiðsmarknað, pensións-skipan, íbúðarmál.
Kl. 11.00Edward Fuglø umrøður: Mentamál og list.
Gestur Hovgaard umrøður: Barna-, ungdóms- og eldrapolitikk.
Kl. 11.30Kjak.
Kl. 12.00Døgurðasteðgur. Arbeiðsbólkar verða skipaðir.
Kl. 13.00Kjak - framhald.
Kl. 14.00Bólkaarbeiði.
Kl. 15.00Arbeiðsbólkar leggja fram uppskot til broytingar í stevnumiðum floksins.
Kl. 16.00Evnisdagurin endar. Starvsnevndin tekur samanum evnisdagin. Tíðindaskriv verður orðað og sent fjølmiðlunum.
Kl. 16.30Starvsnevndin og nevndin í økisfelagnum møtast til fundar.
Kl. 18.00Alment tjóðveldistiltak - (hugnaløta).
Kl. 20.30Liðugt.