Summarstevnan hjá Tjóðveldi verður leygardagin, har fólk úr øllum landinum fara at hittast. Í skrivi sent miðlunum sigur Tjóðveldi millum annað soleiðis:
- Ásannandi, at tjóðveldinum røkka vit bert millum manna og ikki við tingborðið eina, fara vit at seta øllum tjóðveldis áhugaðum stevnu, bæði úr bygd og bý at hittast til gaman og álvara.
Stevnan verður á Selatrað leygardagin 27. august 2011. Á stevnuni verða nógv tiltøk fyri ung, børn og vaksin, so har verða góðar umstøður til ein hugnaligan dag við politiskum íblástri.
Summarstevnan verður á Selatrað og meiri fast at vita á tjodveldi.fo.