Valsendingarnar á FM1 halda fram í morgin.
Seinnapartin í morgin millum klokkan 15 og 16 verða tað umboð fyri Tjóðveldi, ið vitja í studionum í Krosslíð í Havn.
Vertur verður Árni Gregersen.
Sendingin verður endursend á FM1 um kvøldið millum klokkan 20 og 21. Sendingin verður løgd út á in.fo aftaná klokkan 21.
Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.