Løgtingið skal í næstum taka støðu til eina bráðfeingis broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum skal steðga mongu handlunum við fiskiloyvum, ið koma í kjalarvørrinum á makrelfiskiskapinum.
Endamálið við lógarbroytingini, ið Tjóðveldi hevur lagt fyri løgtingið, er at steðga tí, sum hendi í makrelfiskiskapinum í fjør, tá loyvi vórðu handlað í stórum tali.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið, ið varð lagt fyri løgtingið í gjár, skrivar flokkurin millum annað, at nú makrelurin í føroyskum sjógvi er vorðin millum mest virðismikla tilfeingi at sleppa framat, fer handilin við veiðiloyvum umvegis uppkeyp av skipum og ymsar kreativar loysnir við at flyta veiðiloyvi og fiskirætindi millum skip bara at vinda upp á seg.
Flokkurin sigur seg óttast, at rættindini til fiskiríkidømið enda á nøkrum heilt fáum og útlendskum hondum.
Tjóðveldi skjýtur tí upp at seta beinleiðis inn í lógina um vinnuligan fiskiskap, at loyvt er ikki at gera veiðiloyvi til privata søluvøru. Um fiskifar við veiðiloyvi verður selt ella lagt, so fella bæði veiðiloyvið og øll fiskirættindi aftur til landið.
Tó skal ein reiðari hava loyvi at skifta fiskifar út við annað, ið hevur somu ella minni fiskorku, sum tað, ið verður lagt. Og bert í sama bólki. Eisini skal bera til at leggja saman tvey loyvi til eitt nýtt fiskifar, sum hevur somu ella minni veiðiorku enn tey fiskifør, ið verða løgd.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sigur Tjóðveldi, at við hesum verður eisini ásett, at flytingin av veiðiloyvum millum fiskifør í ymsum bólkum, sum til dømis vant upp á seg í sambandi við makrelfiskiskapin í fjør, verður steðgað.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur enn ikki ásett føroysku eginkvotuna av makreli.
Leisturin verður tó væntandi hesin: Eginkvotan frá 2012, minus niðurskurðin í ICES-tilmælinum fyri 2013, pluss avlopskvotan frá í 2012. Tað gevur eina makrelkvotu á umleið 126.000 tons, umframt 30.000 tons, ið eru flutt yvir frá í fjør.
Afturat makrelkvotuni skal landsstýrismaðurin eisini áseta Føroyum eginkvotu av norðhavssild. Føroyska sildakvotan verður væntandi ásett fyrsta dagin.