Tjóðveldi vil samstarva við Javnaðarflokkin

Samgongusamstarv millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi átti í ástøðini at verið tað mest upplagda. Tað heldur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, í brævi, sum hon hevur sent Javnðarflokkinum.

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, boðaði á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum frá, at vit skulu umhugsa blokkpolitikk, tí tað er ov ofta, at tað er lítið samsvar millum vallyfti og politiskar stevnuskráir øðrumeðin, og tann ítøkiliga politikkin hinumegin.

Jóannes Eidesgaard hevur ikki gjørt greitt, hvør fer at umboða samstarvsblokkarnar, sum møguliga eru upp á tal. Tað er tí ein opin spurningur, um Javnaðarflokkurin framhaldandi sær seg best umboðaðan í einum blokki við ABC-flokkunum, ella um fráboðanin skal skiljast sum, at teir eru í ferð við at gera upp við seks ára gamla samstarvið.

Annita á Fríðriksmørk skýtur nú upp, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi samstarva. Hon hevur tikið stig til samstarvsfund millum flokkarnar til komandi løgtingsval. Brævið er sent Jóannesi Eidesgaard, formanni í Javnaðarflokkinum, og John Johannesen, formanni í tingbólkinum.

- Sum verandi bólkaðir til vinstru í føroyskum politikki, átti tað at verið so sjálvsagt, at hesir flokkar funnu semjur um teir neyðugu reformarnir, sum hava verið ávegis alt ov leingi, men sum bara ikki blíva til nakað í ABC-samgonguni. Skal samstarvið eydnast, eiga flokkarnir við hesum í huga at orða eina politiska stevnu væl undan valinum, sum yvirskipað vísir veljaranum, hvønn politikk fólkið kann vænta sær, um flokkarnir fara í samgongu, skrivar hon.

Annita á Fríðriksmørk leggur afturat, at samstarvsblokkurin skal eisini avgreiða slagið um løgmann áðrenn valið. So kann veljarin gera sær greitt, hvønn politikk, hann stuðlar við síni atkvøðu.

- Tjóðveldi metir, at tað er upplagt, at størsti flokkur í samstarvinum verður peikaður út sum løgmansflokkurin, heldur Annita á Fríðriksmørk.