Kolvetnisskattalógin er 15 ára gomul, og tað eru tey, ið halda, at hon er í so lagalig í mun til ógvusliga prísvøksturin á olju og gassi, ið hevur verið, síðani lógin varð gjørd. Sostatt hevur Tjóðveldi júst borið eitt uppskot til samtyktar í Løgtingið um at endurskoða oljuskattalógina.
Í uppskotinum verður víst á, at oljulóggávan varð gjørd, tá oljuprísurin var 18-20 dollarar fyri tunnuna. Síðani er hann fimm-seks faldaður.
Eftir verandi oljuskattalóg kann samlaði skatturin av avkastinum hjá einum oljufelag í mesta lagi vera 57 prosent. Tá er eitt framleiðslugjald á tvey prosent av framleiðsluvirðinum íroknað. Í sínum uppskoti heldur Tjóðveldi verandi støðu vera ónøktandi, tí inntøkurnar til landið eru so tætt tengdar at yvirskoti hjá framleiðslufeløgunum. Um hetta stendur soleiðis í uppskotinum:
”Samanumtikið er galdandi lóggáva í Føroyum so at siga bert bygd á inntøkur til landskassan, sum eru tengdar at staðfestum yvirskoti av oljuframleiðslu. Framleiðslugjøldini eru viðfáningur í samlaðu metingini og eru læst føst í føstum krónuupphæddum og føstum prosenttali.
Við avskrivingarreglum og flytingarreglum og áramálsásetingum fyri at staðfesta yvirskotsgjald, eru sostatt rættiliga long útlit fyri inntøkum til landskassan og ávís ógreiða um, hvussu ber til at rokna veruliga virðið av tilfeinginum og av tí, ið eigur at falla til landið og til komandi ættarlið í Føroyum.”










