Tjóðveldi á vertshús í kvøld

Í kvøld skipar Tjóðveldi fyr einum sjáldsamum tiltaki, har tey fara at ganga frá vertshúsi til vertshús við røðum, upplestri og tónleiki

Tiltakið byrjar nú um eina lítla løu nú , klokkan 21.30 á Café Natúr og síðani verður gingið vertshús av vertshúsi fram til klokkan hálvgum eitt.

Fyrst fara tey niðan í Caspar klokkan 22, síðani á Mica ein hálvan tíma seinni, á Cleopatra verða tey 23, haðani á Hvonn klokkan 23.30 og so á Sirkuss á midnátt, áðrenn tey enda á Irish Pub ein hálvan tíma eftir midnátt.

Umframt valevnini luttaka Carl Jóhan Jensen, Bárður Persson, Jóanes Nielsen, Oddfríður M. Rasmussen og ungir og mergjaðir tónleikarar.