Tjóðveldið tekur undir við, at kanningarstjóri verður settur

Tíðindaskriv

Tjóðveldi tekur undir við Sjálvstýrisflokkinum, sum hevur heitt á tingformannin um at seta ein kanningarstjóra at kanna tað sonevnda skrivstovumálið í Tinganesi.

Ákærurnar um “Watergate”, innbrot og valdsmisnýtslu í Tinganesi hava fullkomiliga máað støðið undan øllum áliti á politisku skipanina.

Vit kunnu ikki bjóða fólki at hesar ákærur hanga í leysum lofti, í tí eigur ein kanningarstjóri at verða settur at lýsa málið.

Hóskandi politiskar og/ella rættarligar avleiðingar eiga sjálvsagt at verða tiknar, tá niðurstøða kanningarstjórans fyriliggur.

Tjóðveldi fegnast um, at eisini løgmaður í Útvarpi Føroya 21. september segði seg ynskja, at málið verður lýst til fulnar.

Tjóðveldi tekur hesa fráboðan sum tekin um, at løgmaður eisini tekur undir við, at hóskandi avleiðingar verða tiknar, tá niðurstøða kanningarstjórans fyriliggur.

Á Føroya Løgtingi 21. september 2008