Tjóðveldi: Stórt afturstig at steðga Setrinum

Leggur Helena Dam á Neystabø fram uppskot um eykajáttan til Fróðskaparsetrið, vil Tjóðveldi stuðla hesum. Tað sigur Sjúrður Skaale, formaður í tingbólki Tjóðveldisins Í tíðindaskrivi kemur Tjóðveldi við hesi fráboðan:

Í uppskoti sínum til fíggjarlóg og undir viðgerðini av fíggjarlógini mælti Tjóðveldi til, at játtanin til hægri lestur og gransking verður vaksin samsvarandi teirri menningarætlan, sum lunnar vórðu lagdir undir, tá flokkurin í fjør vardi av hesum øki.

Tjóðveldi heldur tað vera eitt sera stórt afturstig um henda menningarætlan nú verður steðgað. Flokkurin skilir, at eisini landsstýriskvinnan við mentamálum harmast um hetta.

Tjóðveldi skal tí við hesum boðað landsstýriskvinnuni frá, at setir hon fram uppskot um eykajáttan til tess at tryggja, at menningin innan hægri lestur og gransking kann halda fram, fer Tjóðveldi at viðgerða hetta uppskot við størstu vælvild.