Tjóðveldið størsti flokkur

Høgni Hoydal heldur, at góða úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum er tekin um, at valið nú stendur millum gamla heimastýrið og eina endurnýggjan av føroyskum politikki.

- Vit mugu ikki hvíla á góðum kanningarúrslitum, men síggja tey sum eina áminning um at koma víðari, sigur hann

Tjóðveldisflokkurin hevði stóra framgongd í veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin. Flokkurin fór úr 21,7 prosentum upp í 25,1 prosent. Hetta er ein framgongd uppá heili 3,4 prosent – ella eins nógv, sum Javnaðarflokkurin gekk aftur. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, er sjálvsagt fegin um góða úrslitið, sum flokkur hansara fær í veljarakanningini.

- Vit fegnast sjálvsagt um góða úrslitið, og eg eri sannførdur um, at orsøkin millum annað er, at vit hava ført ein øðrvísi andstøðupolitikk. Vit hava lagt fram fleiri enn hundrað sjálvstøðu uppskot, og hava eisini valt at ganga ímóti nógvum av teimum vanligu populistisku uppskotunum um skattalætta og so víðari, sigur Høgni Hoydal.


Ein modernaður flokkur

Formaðurin heldur, at veljarakanningarnar, sum verið hava, vísa, at brúk er fyri einum vaktarskifti.

- Fólk eru troytt av hesum gamla føroyska politikkinum, har man situr og bítur á skinnunum. So valið stendur í stóran mun millum, um man vil hava gamla heimastýrið ella eina endurnýggjan av føroyskum politikki. Her er Tjóðveldisflokkurin lykilin, og haldi eg at tíðin nú er búgvin til at bróta hesa abc alliansuna, sigur Høgni Hoydal, sum vónar, at flokkur hansara framhaldandi fer at halda hesa gongdina.

Spurdur, hvat næsta stig hjá teimum verður, sigur Høgni Hoydal, at tey eru í einari týðandi endurnýggingartilgongd, har tey í fara at leggja seg meira eftir at greiða frá um fyrimunirnar við einum sjálvstøðugum Føroyar.

- Vit skulu vísa veljarunum, at vit eru ein modernaður flokkur, og mugu tí ikki hvíla á góðum kanningum, men síggja tær sum eina áminning um at koma víðari.


Allir hinir eru líka

Spurdur, hvønn flokk Høgni Hoydal kundi ímynda sær at samstarva við eftir valgið, sigur hann, at ongin teirra er verri enn annar í mun til teir stóru spurningarnar um framtíð Føroya.

- Tú kanst ikki skyna hinar flokkarnar hvør á øðrum. Tí ber heldur ikki til at siga hvør hevði verið frægast at samstarva við. Til dømis er Sambandsflokkurin eins sjálvstýrissinnaður sum hinir, sigur Høgni Hoydal við Sosialin.


--