Jákup Sverre Kass, tingmaður (SJFL) sigur, at maðurin, sum teir ætlaðu at seta spurningin, Hergeir Nielsen, rýmdi av fundinum, áðrenn hetta málið kom fyri. Formaðurin í flokkinum, Heine O Heinesen var heldur ikki á fundinum. Tískil svaraði Høgni Hoydal spurninginum, men sambart Jákup Sverra Kass varð hetta einki svar.
-Eg og fleiri við mær halda, at tað kann ikki vera rætt, at Tjóðveldisflokkurin skal sleppa at spæla fríspæl í so mongum málum. Hetta er hent fleiri ferðir í seinastuni og er málið um oljuhavnina eisini eitt talandi dømi í so máta.










