Allir føroyingar skulu hava somu rættindi, uttan mun til hvørja orientering fólk hava, ella hvussu førleikin annars er.
Tað sigur Tjóðveldi í yvirlýsing eftir flokstingið í Havn um vikuskiftið.
Á flokstinginum varð ein yvirlýsing samtykt, har høvuðsmál floksins verða sett upp og í hesum sambandi er greitt, at nú skal flokkurin eisini taka greiða støðu til ein av mest umstríddu spurninginum í føroyskum politikki seinastu árini.
Tjóðveldi staðfesti í yvirlýsingini, at allir føroyingar skulu hava somu rættindi, uttan mun til førleika, átrúnað, húðarlit, politiska og kynsliga orientering.
Flokkurin bindur seg eisini til at taka støðu til hjúnabandslógina og í hesum sambandi eisini, um samkynd hjúnaløg skulu verða loyvd.
Tjóðveldi skrivar nevniliga í yvirlýsingini at:
- Tá ið stevnumið floksins skulu endurskoðast, skal greið støða takast til spurningin um at dagføra hjúnabandslógina.
Tað er ein spurningur, sum eingin annar flokkur enn hevur viljað tikið støðu til, uttan Miðflokkurin, sum er ímóti at broyta hjúnabandslógina.
Annars er yvirlýsingin ein lemjandi atfinning at sitandi samgngu
Politikkurin hjá sitandi samgongu er júst tað, sum skapar kreppu, avtofting og ófrælsi og Tjóðveldi mælir tí til, at samgongan leggur frá sær.
Hinvegin vísir flokkurin eisini á, hvussu tey halda, at leiðin frameftir eigur at vera og í hesum sambandi verður víst á teir gyltu møguleikar, ið einar frælsar Føroyar við veruligum fólkaræði fyri øll hava at bjóða øllum núlivandi føroyingum og framtíðar ættarliðum.
Tjóðveldi vil hava, at Føroyar skulu verða eitt vælferðarsamfelag eftir norðurlendskum leisti.
Bústaðamarknaðurin skela verða fjølbroyttari, við leiguíbúðum, lutaíbúðum og lestraríbúðum, við einum føroyskum realkreditti og samstundis skulu myndugleikarnir krevja, at bankarnir lækka kostnaðarstøðið hjá vinnu og húsarhaldum.
Tjóðveldi krevur eisini, at skil fæst á okkara fiskivinnu og stovnsrøkt og skapar frælsar møguleikar fyri øll í Føroyum, sum tey málbera seg.
Og mælt verður til, at allir flokkar fara til verka at greiða karmarnar fyri fiskivinnuna.
Tjóðveldisfólk krevja eisini at nógv meira verður gjørt við at menna nýggjar vinnur, skapa virðisøking í tilfeingisvinnunum, umframt at stimbra íverksetan og styrkja ferðavinnuna.
- Flokstingið vil, at vit byggja eitt sterkt Fróðskaparsetur við einum góðum og mennandi lestrar- og granskingarumhvørvi, umframt at samstarv millum vinnu, vísindi og útbúgvingar verður styrkt.
Somuleiðis vilja tjóðveldisfólk hava framfýsnan mentanar- og listapolitikk, har ið vit millum annað skapa eitt sterkt Kringvarp og sterkar fjølmiðlar, umframt undirvísingar- og samskiftismiðlar á føroyskum máli.
Og Tjóðleikhús skal byggjast beinanvegin.
Samstundi skulu vit orða ein framtíðarvendan orku- og umhvørvispolitikk, har atlit verða tikin fyri umlegging til grøna orku, og at vit skipa Føroyar í altjóða samfelagnum sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi í eini Norðuratlantsamgongu við okkara grannalond.
Í Tjóðveldi ætla tey eisini at taka ungdómin í álvara og tí skal flokkurin í orða ein ungdómspolitikk í tøttum samstarvi við Unga Tjóðveldið.