Tjóðveldi skal siga nei til danskar pengar

Pengarnir, sum Tjóðveldi í Føroyum fær í stuðuli frá danska statinum, eru nú tikinir upp í leiðsluni hjá flokkinum.

 

Við útvarpið í morgun sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, at eftir hansara tykki, so eigur flokkurin ikki at taka ímóti hesum danska stuðuli, sum føroysku flokkarnir kunnu søkja um, um teir ynskja tað.

 

Reglan er tann, at fyri hvørja atkvøðu, sum flokkarnir, ið stilla upp til fólkatingsval fáa, kunnu teir fáa 33 kr og 50 oyru í stuðuli úr danska statskassanum. Fyri Tjóðveldi merkir tað, at flokkurin hetta valskeiðið kann fáa 174.765 krónur um árið, ella tilsamans 699.060 krónur. Einasta avmarking er, at flokkarnir skulu hava yvir 1.000 atkvøður fyri at fáa rætt til henda stuðul. Tað eru bara teir fýra stóru flokkarnir í Føroyum, sum fáa tað, og allir hava søkt um hendan danska stuðul.

 

Lesið eisini:Fimta hvør króna hjá Tjóðveldi er donsk

 

Árligi danski stuðulin til føroysku flokkarnar hetta valskeiðið er hesin:

 

Tjóðveldi

174.765 kr

Javnaðarflokkurin

172.813 kr

Sambandsflokkurin

167.750 kr

Fólkaflokkurin

133.224 kr

 

Páll á Reynatúgvu heldur, at tað gruggar boðaskapin hjá Tjóðveldi um sjálvberandi føroyskan búskap, at flokkurin ár um ár søkir um hendan danska stuðul.

 

– Fyri profilin hjá flokkinum og fyri at styrkja tann hugsjónarliga partin hjá flokkinum eiga vit sleppa okkum av við hesar pengarnar, segði Páll á Reynatúgvu við útvarpið.