Politikkur
-Nei teir hava yvirhøvur ikki nakra sum helst klemmu á løgmanni. Tjóðveldisflokkurin er nokk komin til ta sannføring, at skal hann fáa nakað av sínum politikki ígjøgnum á sjálvstýrisleið , so er tað bara Fólkaflokkin, sum teir mugu halda seg til. Og kanningarnar um hvønn løgmann fólk ynskja sær hava víst, at nógvir tjóðveldisveljarar ynskja Anfinn Kallsberg til løgmann. Tað sigur ikki so lítið um, at tað eru nógvir tjóðveldisverljarar , sum halda, at tað er ikki møguligt at koma ígjøgnum við nøkrum á sjálvstýrisleið uttan við einum samstarvi við Fólkaflokkin.