Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
--
“Vit koma ikki at atkvøða fyri lógaruppskotinum um Skálafjarðartunnilin!”
So greið vóru orðini hjá framsøgukvinnuni hjá Tjóðveldinum í Útvarpinum á middegi mikudagin.
Hetta merkir, at stendur tað upp til Tjóðveldi, so fær P/F Skálafjarðartunnilin ikki loyvi til at gera tunnil millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum og suður til Suðurstreymoy.
Tjóveldi skuffar.
Alment hevur verið víst á, at tann búskaparligi vinningurin av Skálafjarðartun-linum er 130 mió. kr. um árið, men hesum er Tjóveldi ímóti, bara tí, at tað er eitt privat felag, sum skal gera tunnilin og reka hann, uttan at landið rindar eitt einasta oyra. Tá ið tunnilin er goldin, verður hann latin landinum fyri onki. Eg má siga eins og nógv fólk í dag, “Tjóveldi skuffar okkum”.
P/F Skálafjarðartunnilin.
Eg taki hattin av fyri teimum persónum, sum føddu hugsanina um ein trísporaðan tunnil við rundkoyring, ið kom at binda Skálafjørðin saman við Suðurstreymoy, og sum hava lagt fram eitt so gjøgnumført projekt, sum ikki hevur sæð sín líka her á landi. Hesi fólk hava higartil brúkt milliónir upp á verkætlanina og eru til reiðar at gjøgnumføra hana, tí teir trúgva uppá tað.
Niðurstøða
Vit kunnu tó tíverri staðfesta, at Tjóðveldi tekur ikki undir við hesum einastandi privata initiativi úr Eysturoynni. Heldur vilja tey skjóta verkætlanina langt út í framtíðina, og tað er stórt spell.
Men so vita vit tað, bæði vit løgtingsfólk, eysturoyingar, norðingar og øll onnur, sum halda, at tað hevur stóran týdning, at Skálafjarðartunnilin kemur so skjótt sum møguligt til stórt gagn fyri okkum øll!