Tað er úrslitið av veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting. Sambært kanningini verður Tjóðveldi størsti flokkur við 26,6% og níggju tingfólkum. Samgongan hevur tilamans 60% av veljarunum aftan fyri seg.
Var val í dag, so var Tjóðveldi størsti flokkur á tingi við níggju tingfólkum. Flokkurin hevði farið sløk tvey prosent fram og fingið eitt tingfólk afturat.
Sambandisflokkurin hevði verið næststørsti við 26,1 prosenti. Tað er ein framgongd upp á góð seks prosent, og flokkurin hevði fingið eitt tingfólk afturat.
Bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa ein frammaná. Fólkaflokkurin, sum fekk 20,1% á seinasta vali, fær 17,8%, missir eitt tingfólk og fær seks.
Javnaðarflokkurin, sum fekk 19,3% við seinasta løgtingsval, fær bert 16,1% og fimm tingfólk. Hann missir eitt tingfólk.
Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa so at siga í stað og varðveita síni tingfólk, ávikavistt tvey hjá Sjálvstýrisflokkinum og trý hjá Miðflokkinum.
Broytingin er, at andstøðan vinnur ein tingsess, meðan samgongan missir ein. Støðan var á valinum seinast 20-13 til samgonguna. Nú hevði støðan verið 19-14 til samgonguna.










