Eitt av broytingaruppskotunum í gjárkvøldið var, at starvsnevndin skuldi víðkast við einum limi frá Unga Tjóðveldi. Hetta uppskot varð samtykt so nevndin nú telir 7 limir Lagt varð fyri á flokstingi Tjóðveldis í gjárkvøldið við at avgreiða roknskap, viðgera og atkvøða um innkomin uppskot og at velja nýggja starvsnevnd.
Roknskapurin varð fyrst fyri, og varð hann samtyktur.
Síðani komu tey ymsu innkomnu uppskotini fyri. Seks uppskot vóru komin inn, harav tvey vóru uppskot um lim í starvsnevndina. Annað frá Norðoya tjóðveldisfelag um at velja Jógvan Ravnsfjall í starvsnevndina, nú Heini O. Heinesen er valdur á ting. Hitt var frá Suðuroyar Tjóðveldisfelag um at velja Jónfríð Hjelm í starvsnevndina. Flokstingið valdi seinni nevndu.
Eitt annað uppskot frá Norðoya Tjóðveldisfelag um broytingar í bygnaði og skipan Tjóðveldis vann ikki frama.
Uppskotið hjá starvsnevndini um at staðfesta nýtta búmerkið varð samtykt.
Uppskot frá Sandoyar Tjóðveldisfelag um uppstillingarskipan til løgtingsval varð útsett, og at enda varð uppskotið hjá Unga Tjóðveldi um at fáa ein lim í starvsnevndina samtykt.
Nýggja nevndin sær nú soleiðis út: Høgni Hoydal, formaður, Tórbjørn Jacobsen, næstformaður, Heidi Petersen, Barbara Holm (UT), Jónfríð Hjelm, Hallur Ellingsgaard og Áki Jacobsen.