Tjóveldi liðugt við uppstilling í Suðuroy

Fýra fólk úr Suðuroy eru á listanum hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið. Felagði hevði uppstillingarfund í gjár á Hotel Øravík, og tey fýra fólkini, sum komu á listan eru:

Sirið Stenberg, Vágur

Arni Nielsen, Fámjin

Kristian Holbæk, Tvøroyri

Poul Erik Jacobsen, Sumba

Hergeir Nielsen, sum hevur umboðað Tjóðveldi á tingi í nógv ár, stillar ikki uppaftur. Hann er 62 ára gaml, og gevst eftir at hava verið í politikki í 33 ár.

Lìvsleið hansara sum politikari byrjaði, tá hann gjørdist landsstýrismaður í seinnu samgonguni hjá Atla Dam millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin í 1979. Hann sat á tingi frá 1984 til 1994 og aftur frá 1998. Seinasta valskeiðið hevur Hergeir Nielsen verið løgtingsformaður.

Á myndini eru: Kristian Holbæk, Sirið Stenberg og Arni Nielsen. Poul Erik Jacobsen væntar á myndini.