FYRIBYRGING
Tjóðveldið ger vart við, at nýggja koppsetingin kann, saman við skipaðum kanningum, so at siga útrudda ávís sløg av undirlívskrabba. Tí metir flokkurin tað vera av stórum týdningi, at serliga ungar gentur fáa hetta tilboðið.
Flokkurin vísir á, at heilsumyndugleikarnir hava góðkent nýtt koppingarevni, ið gevur góða verju móti lívmóðirhálskrabba. Til ber til at keypa hetta koppingarevni, men tað er sera kostnaðarmikið. Á leið 4.000 krónur.
- Tað kann gera, at familjur, ið ikki eru væl fyri fíggjarliga, ikki hava ráð at lata børn síni hesa krabbafyribyrging. Tjóðveldi metir ikki, at tað skal vera ein økonomiskur spurningur, hvørt ung verða koppsett. Tí mælir flokkurin til, at koppseting móti krabba í lívmóðurhálsinum verður partur av almennu skránni fyri koppseting av børnum/ungum, og sostatt verður ókeypis, ger Tjóðveldi vart við.
Lívmóðurhálskrabbi rakar javnan ungar kvinnur. Í Føroyum fáa á leið 18 kvinnur árliga staðfest lívmóðirkrabba. Á leið helvtin teirra eru kvinnur yngri enn 45 ár. Besta verjan er, um gentan verður koppsett, áðrenn hon verður seksuelt virkin.
Umhugsast eigur eisini at lata dreingir koppsetast til tess at bróta smittuketuna, heldur Tjóðveldi.
Løgtingið viðger í morgin eitt uppskot frá Tjóðveldi um at lata ungum ókeypis koppseting móti virusi, ið elvir til krabba í lívmóðurhálsinum.