Tjóðveldi fekk 35 atkvøður í Kunoy á løgtingsvalinum í 2008. Hesaferð fekk flokkurin 19 atkvøður færri 16 atkvøður í alt.
Heini O. Heinesen fekk 13 av teimum 16 atkvøðunum. Tjóðveldi hevur eina afturgongd á 29,4 prosent í Kunoy í alt.
Fólkaflokkurin hevur størstu framgongdina í Kunoy. Flokkurin fekk fimm atkvøður á løgtingsvalinum í 2008, og Fólkaflokkurin fekk 13 atkvøður hesaferð ein framgongd á 17,2 prosent.
51 av teimum 53, sum hava atkvøðurætt í Kunoy, vóru á valið í dag.
Valúrslitið í Kunoy var hetta:
Fólkaflokkurin fekk 13 atkvøður:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fekk 6 atkvøður
Eyðstein Poulsen fekk 3 atkvøður
Jákup Mikkelsen fekk 2 atkvøður
Jacob Vestergaard fekk 1 atkvøðu
Símun Gullaksen fekk 1 atkvøðu
Sambandsflokkurin fekk 6 atkvøður:
Bjørn Kalsø fekk 3 atkvøður
Alfred Olsen fekk 1 atkvøðu
Jóna Mortensen fekk 1 atkvøðu
Edva Jacobsen fekk 1 atkvøðu
Javnaðarflokkurin fekk 11 atkvøður:
Listin fekk 1 atkvøðu
Aksel V. Johannesen fekk 7 atkvøður
Henrik Old fekk 2 atkvøður
Eyðgunn Samuelsen fekk 1 atkvøðu
Sjálvstýrisflokkurin fekk 1 atkvøðu:
Pól Jákup Poulsen fekk 1 atkvøðu
Tjóðveldi fekk 16 atkvøður:
Heini O. Heinesen fekk 13 atkvøður
Gunnhild Dahl Niclasen fekk 1 atkvøðu
Óluva Klettskarð fekk 1 atkvøðu
Olga Biskopstøð fekk 1 atkvøðu
Miðflokkurin fekk 3 atkvøður:
Karsten Hansen fekk 2 atkvøður
Jenis av Rana fekk 1 atkvøðu
Framsókn fekk onga atkvøðu.