Tjóðveldi havt átta mentamálaráðharrar í seks ár

Tey góðu seks árini, Tjóðveldi hevur sitið í landsstýrinum síðani 15. mari í 1998, hevur flokkurin havt sjey landsstýrisfólk í mentamálum. Nú skal flokkurin velja tað áttanda fólkið í ráðið

Fyrsti mentamálaráðharrin var Signar á Brúnni, sum varð tvungin at leggjar frá sær, tí hann hevði játtað pengar til Sjónvarp Føroya í heimildarloysi. Tað vísti seg kortini, at hald ikki var í hesum, men flokkurin valdi heldur at seta Tórbjørn Jacobsen í starvið.

Høgni Hoydal tók kortini við starvinum eitt styttri tíðarskeið.

Tórbjørn Jacobsen var eisini noyddur at leggja frá sær av ymsum trupulleikum við samskiftinum.

Síðani var Óli Holm settur í starvið restina av valskeiðnum.

Eftir valið í 2002 varð Annlis Bjarkhamar sett í starvið, men hon mátti leggja frá sær eftir rokið um setan av landsantikvari.

Eftir hana var Annita á Fríðriksmørk sett í starvið, men hon mátti frá, tá Anfinn Kallsberg koyrdi Tjóðveldisflokkin úr landsstýrinum í desember í 2003.

Tá Tjóðveldið kom aftur í landsstýrið í ár, kom Kristina Háfoss sum ein komet inn í Mentamálaráðið ? og um eina løtu leggur hon frá sær, og júst í skrivandi løtu situr Tjóðveldi á fundi at kjósa nýtt fólk til mentamálaráðið ? altso landsstýrisfólk nummar átta í Mentamálaráðnum í góð seks ár.

Mentamálaráðharrar síðani 15. mai í 1998 hava verið:

04.02.08 - 28.08.08 Kristina Háfoss

03.02.04 - 04.08.08 Jógvan á Lakjuni

05.12.03 - 03.02.04 Annfinn Kalsberg

17.09.03 - 05.12.03 Annita á Fríðriksmørk

06.04.03 - 17.09.03 Høgni Hoydal

04.04.03 - 06.04.03 Annfinn Kallsberg

06.06.02 - 04.04.03 Annlis Bjarkhamar

14.06.01 - 06.06.02 Óli Holm

21.07.00 - 14.06.01 Tórbjørn Jaocbsen

28.03.00 - 21.07.00 Høgni Hoydal

15.05.98 - 28.03.00 Signar á Brúnni