Tjóðveldið fyrstu ferð størsti flokkur

Á teimum trettan valunum, sum hava verið, síðani Tjóðveldisflokkurin í 1973 gjørdi av at taka lut í fólkatingsvalunum, er tað ongantíð áður komið fyri, at flokkurin hevur átt dyggastu undirtøkuna

FÓLKATINGSVALIÐ

Fólkatingsvalið týsdagin 8. februar var merkisvert á fleiri økjum. Zakarias Wang vísti í blaðnum í gjár á tann veruleikan, at hetta var fyrsta ferðin, at hvørgin av stóru heimastýrisflokkunum - Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin - fingu umboð á fólkating, síðani Føroyar í 1948 fingu møguleika at velja tveir fólkatingslimir. Á øllum teimum 22 undanfarnu valunum hava Javnaðarflokkurin ella Sambandsflokkurin átt umboð, og fleiri ferðir er tað komið fyri, at hesir báðir flokkarnir hava vunnið umboðini.
Tjóðveldisflokkurin luttók ikki í fólkatingsvalunum fram til og við valinum í 1971. Á valinum í 1973 bjóðaði Tjóðveldisflokkurin seg fram, og hann hevur verið á listanum á øllum valunum síðani tá.
Síðani 1973 hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vunnið hvør sítt umboð á valunum í 1977, 1979 og í 1981.
Valið hesa ferð var altso tað fyrsta, tá ið Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vunnu hvør sítt umboð á danating.

Tjóðveldið tríggjar ferðir næstfremst
Valið hesa ferð var eisini merkisvert á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Tjóðveldisflokkurin var størsti flokkur á fólkatingsvali.
Frammanundan hesum valinum hevði Tjóðveldisflokkurin tríggjar ferðir vunnið sess í Fólkatinginum. Tvær tær fyrstu ferðirnar vóru, tá ið flokkurin fyrstu og aðru ferð bjóðaði seg fram - í 1973 og í 1975. Á báðum hesum valunum vann Tjóðveldisflokkurin seinna umboðið, og í báðum førum átti Javnaðarflokkurin fyrra umboðið. Johan Nielsen umboðaði Javnaðarflokkin, og Erlendur Patursson umboðaði Tjóðveldisflokkin í Fólkatinginum.
Í 1973 vann Javnaðarflokkurin 28,6 prosent av atkvøðunum, og Tjóðveldisflokkurin vann 25,1 prosent av atkvøðunum. Í 1975 vann Javnaðarflokkurin 29,7 prosent og Tjóðveldisflokkurin 25,7 prosent av atkvøðunum.
Í 2001 endurvann Tjóðveldisflokkurin umboðið í danska tinginum. Ta ferðina fekk flokkurin 24,9 prosent av atkvøðunum, og Høgni Hoydal var næstvaldi føroyski fólkatingsmaðurin. Fyrst vald var Lisbet L. Petersen. Sambandsflokkurin vann 27,3 prosent av atkvøðunum og var harvið størsti flokkur.

Nú er Tjóðveldið størst
Tá ið Tjóðveldisflokkurin fyrstu ferð vann umboð í Fólkatingið, eydnaðist teimum á næsta valinum at endurvinna umboðið.
Í 2001 eydnaðist tað aftur Tjóðveldisflokkinum at vinna umboð í Fólkatinginum. Týsdagin eydnaðist tað Tjóðveldisflokkinum at endurvinna umboðið, og hesa ferð er Høgni Hoydal fyrst valdi føroyski fólkatingsmaðurin. Tjóðveldisflokkurin fekk 25,4 prosent av atkvøðunum og gjørdist harvið størsti flokkur. Tað hevur hann ongantíð verið áður. Fólkaflokkurin fekk 24,1 prosent av atkvøðunum og eigur næstvalda mannin.
Hóast Tjóðveldisflokkurin hesa ferð fyri fyrstu ferð er størsti flokkur á fólkatingsvali, so er lutfalsliga undirtøkan hjá Tjóðveldisflokkinum hesa ferð ikki tann størsta, sum hon nakrantíð hevur verið. Tá ið Tjóðveldisflokkurin í 1975 endurvann sessin, sum hann fyrstu ferð hevði vunnið í 1973,var undirtøkan 25,7 prosent ella 0,3 prosent størri, enn hon var týsdagin.

Sambandið søguliga lágt
Valið týsdagin var eisini merkisvert á tann hátt, at Sambandsflokkurin var minstur av teimum fýra stóru flokkunum. Tað var hann eisini í 1973, sum var fyrsta ferðin, at allir teir fýra stóru flokkarnir bjóðaðu seg fram.
Týsdagin var lutfalsliga undirtøkan hjá Sambandsflokkinum tann næstlægsta, sum hon nakrantíð hevur verið, síðani allir teir stóru flokkarnir fóru at bjóða seg fram. Undirtøkan hjá Sambandsflokkinum hesa ferð var 19,9 prosent. Í 1973 var hon 19,2 prosent.
Í 2001 var Sambandsflokkurin størstur. Ta ferðina tóku 27,3 prosent undir við honum ella 5,9 prosent fleiri enn hesa ferð.