Tjóðveldi hevur nú eisini gjørt av, hvørji valevi flokkurin stillar upp til fólkatingið.
Og tað er eitt vælmannað lið, flokkurin sendir í valstríð hesar næstu tvær vikurnar, tí tað eru ikki færri enn 19 valevni á listanum.
Men nú javnstøða er so nógv frammi, kann staðfestast, at á hesum listanum knípur eitt sindur, tí Tjóðveldi hevur 12 mannfólk og sjey konufólk á listanum.
Tey, sum stilla upp, eru:
Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík
Arni Nielsen, Fámjin
Bergtóra Høgnadóttir, Hoyvík
Bjørt Samuelsen Hoyvík
Gunnvør Balle, Argir
Heini Holm, Kvívík
Heini O Heinesen, Kunoy
Hergeir Nielsen, Vági
Herman Oskarsson, Tórshavn
Høgni Hoydal, Hoyvík
Ingolf Olsen, Sørvági
Jóhann Lützen, Klaksvík
Margretha Nónklett, Runavík
Óluva Klettskarð, Klaksvík
Páll á Reynatúgvu, Sandur
Sirið Stenberg,Vágur
Tórbjørn Jacobsen, Glyvrar
Og fyri unga Tjóðveldið stilla hesi bæði upp:
Jenus í Trøðini, Vágur
Jógvan Arnason Djurhuus, Tórshavn
Tjóðveldi sigur, at á Fólkatingi fer tað at tryggja eina virðiliga og sjálvstøðuga tjóðskaparrødd á fólkatingi ið ikki druknar í reyðum ella bláum blokkpolitikki millum danskar flokkar
- Tjóðveldi selir ikki frammanundan sína ávirkan til nakran danskan flokk ella danska stjórn. Gerst flokkurin avgerandi í týdningarmiklum málum á fólkatingi, samráðist Tjóðveldi við tí endamáli, at rættindini hjá føroyska fólkinum til sjálv at gera av øll okkara viðurskifti og framtíðarstøðu, verða staðfest og vird.
Hjartamálini hjá flokkinum vera at skapa fólkaræði í Føroyum og at vera fólkaræðisligur vaktarhundur
- At skapa fólkavøkstur í Føroyum
- At virka í heiminum undir egnum samleika og at seta Norðuratlantshav í miðdepilin
Á myndini eru Tað Høgni Hoydal, bergtóra Høgnadóttir, í miðjuni, og Gunnvr Balle, ið øll eru valevni, sum greiða frá valskránni hjá flokkinum til fólkatingsvalið.











