Tá ið Sosialurin segði Tórbirni Jacobsen, næstformanni í tingbólki Tjóðveldisfloksins, at landsstýrismaðurin hevur sent tíðindaskriv út um, at hann ætlar at leggja ÚF og SvF saman, hevði hann ikki frammanundan hoyrt hetta grett.
- Tí úttali eg meg egna vegna og ikki fyri flokkin. Høgni Hoydal, formaður í flokkinum, er burturstaddur, og vit hava sjálvsagt ikki havt stundir at tosa um og viðgera hetta málið. Men eingin ivi skal vera um, at eg eri positivur yvirfyri tankanum, og eg veit, at flokkurin fer at viðgera hetta málið positivt, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Harvið tykist greitt, at tað í prinsippinum fer at verða rættuliga breið semja í Løgtinginum um ætlanina hjá landsstýrismanninum í mentamálum um lógarbroytingarnar, sum tað verður neyðugt at fremja fyri at leggja ÚF og SvF saman í ein stovn.
Tórbjørn Jacobsen er samdur við landsstýrismanninum í, at talan ivaleyst fer at verða um stovn, sum verður betri førur fyri at røkja public service uppgávur, og at talan verður um stovn, sum tað almenna eisini fer at kunna rokna við fer at røkja neyðugar uppgávur.
- Tað merktist væl á ÚF, tá ið SvF sá dagsins ljós. Kappingin gjørdist størri á fleiri økjum,og dygdin gjørdist betri. Síðani hava stovnarnir ment seg rættuliga ymiskt. ÚF er har, og tað røkir sína uppgávu. Kring SvF hevur turbolensurin verið stórur, og soleiðis sum støðan nú er vorðin, so haldi eg ikki, at tað bilar nakað, at SvF fer at hvørva sum sjálvstøðugur stovnur. Eg rokni ikki við, at vit fara at kenna tað aftur í, at tað, sum verður at síggja á skíggjanum, verður verri, og at tað verður minni av føroyskum tilfari, enn tað higartil hevur verið. Heldur vóni eg, at leiðslan fyri samanlagda stovninum saman við starvsfólkunum fer at verða før fyri at venda gongdini.
Ringt orð á seg
Tórbjørn Jacobsen, sum er framsøgumaður hjá størsta andstøðuflokkinum í mentamálum, sigur seg halda, at signalini frá SvF seinastu tíðina ikki hava styrkt um umdømið hjá stovninum millum fólk.
- Eg haldi, at skipanin er sjúk. Teir bóðu um meiri pengar, og vit hækkaðu hyggjaragjaldið rættuliga nógv. Síðani hava vit hoyrt, at teir rokna við, at teir kunnu framleiða færri føroyskar sjónvarpstímar. Tá ið vit kunnu vænta okkum minni sjónvarp fyri fleiri pengar, so haldi eg, at okkurt er spinnandi galið. Tí er tað rætt av landsstýrismanninum at taka um rótina á hesum, og tað haldi eg, at hann hevur gjørt, nú hann sigur seg ætla at leggja ÚF og SvF saman í ein stovn. Eg eri fyri hesum. Vit í Tjóðveldisflokkinum hava ikki viðgjørt málið, men eg vænti avgjørt, at vit fara at vera positivir, sigur framsøgumaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen.










