Tingbólkur Tjóðveldisins tekur frástøðu frá teimum sera ódamligu álopum á Tjóðveldi, sum Jóannes Eidesgaard gjørdi á landsfundi Javnaðarfloksins um vikuskiftið Tingbólkur Tjóðveldi er ikki fegin um orðalagið hjá formanni Javnaðarfloksins á landsfundinum um vikuskifti. Í tíðindaskribi sigur tingbólkurin:
Tingbólkur Tjóðveldisins tekur frástøðu frá teimum sera ódamligu álopum á Tjóðveldi, sum Jóannes Eidesgaard gjørdi á landsfundi Javnaðarfloksins um vikuskiftið.
Vit skilja ikki hvat formaður Javnaðarfloksins vil við hesum, og harmast um tann skaða, hansara atburður elvir til.
Vit halda eisini at annað og týdningarmeiri mátti verið at tikist við í føroyskum politikki í hesum døgum enn tað, sum Jóannes Eidesgaard borðreiddi við um vikuskiftið.