VALSTRÍÐ
- Í kjalarvørrinum á skilagóða tiltaki Sjálsvtýrisfloksins um at almannakunngera, hvat flokkarnir nýta til valstríð, skal Tjóðveldið hervið siga frá, at flokkurin sjálvur nýtir til hetta løgtingsvalstríð uml. 480.000 kr.
Hetta sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins í tíðindaskrivi. Hann sigur víðari, at afturat hesum stuðla økisfeløgini, sum hvørt ár fáa ávísan part av inntøkum floksins, sínum valevnum á ymsan hátt (við plakatum, greinum, tiltøkum o.a.) ??
- Fyri tey 7 økisfeløgini, ið hava sjálvstøðugan roknskap, hava vit ikki neyvar upplýsingar. Vit meta, at tey nýta í meðal 40.000 kr til hetta valstríðið. Fyri økisfeløgini tilsamans altso uml. 210.000 kr, sigur Høgni Hoydal. ??
Sostatt nýtir Tjóðveldið tilsamans áleið 700.000 til valstríðið.
- Tjóðveldið fær ikki sponsorpengar frá fyritøkum ella øðrum, og hevur heldur ikki biðið nakran stuðla sær. Tað er eitt prinsipp, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum.